Summarfótbóltur í Gundadali

Fótbóltur, 2. deild: Summarfrítíðin var ikki heilt av hjá HB og B36, tá liðini hittust á nýggja graslíkisvøllinum í Gundadali

Teir áskoðararnir, sum í góðveðrinum leygardagin høvdu leitað sær niðan í Gundadal at hyggja eftir dysti millum næstbestu liðini hjá havnarfeløgunum báðum, mundu helst hugsa, at fleiri av leikarunum úti á vøllunum framvegis mettu seg hava summarfrí. Ein stórur partur av leikarunum á báðum liðum høvdu als ongan hug til at spæla fótbólt, og tískil bleiv fyrst og fremst fyrri hálvleikur serstakliga tamur.


Fáir málmøguleikar

Fyrri hálvleikur var, sum áðurnevnt, sera tamur, men onkur hendinga málmøguleiki var tó. Tann eini, sum er verdur at nevna, var sum so ikki nakar veruligur møguleiki. Tað var ungi og sterki verjuleikarin hjá B36, Fróði Clementsen, sum einar 10 minuttir fyri hálvleik rak fram eftir HB hálvuni, og komin nær brotsteiginum hjá HB smekkaði hann til, men bólturin fór beint oman fyri málið.

Stutt fyri hálvleik fekk B36 enn ein møguleika, tá annar av áleyparunum hjá teimum slapp at smekka til inni í brotsteiginum, men sera væl leikandi málverjin hjá HB, Kristin Jensen, bjargaði framúr væl.

B36 hevði heilt greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til teir heilt stóru møguleikarnar, meðan HB hevði lítið og einki at bjóða uppá.


HB byrjaði

best í seinna

Teir reyð-svørtu í HB komu betur frá byrjanini í seinna hálvleiki. Fyrstu 15 til 20 minuttirnar høvdu teir nógv tað mesta spælið og vandamiklastu møguleikarnar. Ein av orsøkunum til hetta var eisini tað, at B36 verjan hevði vælkomst. Einki hekk saman í verjuni hjá B36, og vóru HB-áleypararnir eitt sindur meiri nærlagdir, so høvdu teir kunnað avgjørt dystin hesa løtuna.

Tann fyrsta stóra málmøguleikan í seinna hálvleiki var tað tó B36, sum fekk, tá ið liðskiparin Finn Mørk í 63. minutti gjørdist leysur við Kristin í HB-málinum, men enn einaferð bjargaði unglingamálverjin frágera væl. Stutt eftir hetta hevði Eyðun Samuelsen hjá HB tveir góðar møguleikar, men tað var ikki rættiliga hansara dagur leygardagin.

Tá ið eitt korter er eftir at leika fær HB leikari, púra rætt, reyða kortið fyri eina ógvusliga takling, sum skal sektast hart. Frísparkið, sum spyrst burtur úr hendingini, verður skotið inn í brotsteigin hjá HB. Bólturin ferðast aftur og fram millum vinir og fíggindar, og einaferð er hann um at fara um málstrikuna, men verjuleikari hjá HB fær tó sparkað bóltin, men rakar beint í innskifta Jørgen Meitilberg hjá B36 og støkkur frá honum inn í málið til 1-0 til B36.

Við einum manni minni skuldi tað helst verið torført hjá HB at spæla seg til málmøguleikar, men verjan hjá B36 var í gávuhýri henda dagin, og tá ið átta minuttir eru eftir at leika, er tað nær við, at HB fær javnað. Hávarður Johannesen, sum var komin inn í høgru hjá HB, sendi ein bólt inn í brotsteigin hjá B36, har veteranurin Hartvig Joensen fekk ein púra blankan skallara fyri opnum máli, men ólíkt honum skallaði hann væl oman fyri málið.

B36 vann 1-0, sigurin var eisini uppiborin, men skulu teir longur upp á stigatalvuni, so skal verjan taka seg saman, tí við tí spæli, sum teir vístu leygardagin, verður tað ikki torført at skora ímóti teimum. HB hinvegin skal taka annað skinn um bak, um teir ætla sær at verða verandi í toppinum.