Summarfótbóltur í Hvalba

-

2. deild: Royn?TB 1?1 (1?1)


Tvørámenn hava nógv ríkari fótbóltssøgu, enn hvalbingar hava. TB hevur verið í fremstu deildini tey flestu árini, síðani tað í 1942 var farið undir skipaða FM kapping, og teir hava vunnið FM fleiri ferðir. Hvalbingar hava okkurt árið verið í nánd av uppflyting til bestu deildina, men sum oftast hava teir verið í 2. deild, og onkuntíð hava teir verið í 3. deild.

Nú er minni munurin á liðunum báðum norðarlaga í Suðuroy. Bæði eru í 2. deild. TB hevur ikki megnað at hildið seg í bestu deildini, og Royn hevur megnað at hildið seg í 2. deild. Hvørki liðið hevur verið serliga sannførandi í ár. Royn skal eftir summarsteðgin fyrst og fremst hugsa um at halda seg burtur frá niðurflytingini. Tað verður ein ivaleysa stór uppgáva fyri teir.

TB vil fegið vera har, sum tað verður gjørt av, hvør skal flyta beinleiðis upp í 1. deild, men tað verður strevið hjá tvørámonnum.

Grannarnir gjørdu fyrru hálvu burturav sær fríggjakvøldið, áðrenn teir fóru á jóansøku. Tað var sera friðarligt, og úrslitið var 1?1. Birgir Jørgensen, sum ikki gjørdi serliga nógv um seg í 1. deild, hevur verið sannur fongur hjá hvalbingum. Hann legði Royn á odda í 1. hálvleiki. Tvørámenn javnaðu undan hvíldini. Málskjútti var evnaríki Hallur Christiansen, sum næstsíðsta vikuskifti spældi í 3. deild.

Tvørámenn søgdu fríggjakvøldið farvæl við Óla Johannesen, sum nú fer aftur til Århus, har hann skal stríðast fyri at vinna sær pláss á besta liðnum. Tað verður spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at hilnast. Bæði hjá Óla Johannesen og hjá TB. Tað er einki at taka seg aftur í, at landsliðsmaðurin hevur verið stórur íblástur fyri barndómsfelagið hesar vikurnar, hann hevur verið á Tvøroyri. Nú mugu teir klára seg í stríðnum um uppflyting uttan hann. Tað verður sera strevið.

Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fær TB vitjan av teimum næstbestu gøtumonnunum. Hvalbingar skulu 5. august norður til Eiðis at spæla móti oddaliðnum EB/Streymi.jh