Summarfestivalurin kunnger vinnarar

Um hálvan mai mánað kunngjørdi Summarfestivalurin, at hann fór at luta burtur tvey ókeypis vikuskiftispass til sínar vinir á myspace.com

Lutakast hevur nú verið, og vinnararnir gjørdust Marin Simonsen úr Havn og Sjúrdur Djurhuus av Strondum.

 

Vinnararnir fáa boð um My Space og verða bidnir um at seta seg í samband við Summarfestivalin á [email protected] og upplýsa navn og búðstað. Teir fáa síðani vikuskiftispassini sendandi við postinum.

 

Summarfestivalinum stovnaði sær konto á My Space 19. februar 2007, og er vinarskarin longu rættiliga stórur.

 

Talan er fyrst og fremst um føroyingar í aldursbólkinum 18-30 ár, teirra millum eisini tónleikarar. Eisini eru fleiri tónleikabólkar vinir við Summarfestivalin, millum hesar teljast sjálvandi eisini The Scorpions, Kim Wilde og Bryan Rice, sum skulu spæla á Summarfestivalinum í ár.

 

Vitjið Summarfestivalin á www.myspace.com/summarfestivalur.