Summargudstænastan framskundað

Árliga summargudstænastan, sum Føroyafelagið í London skipar fyri, verður longu 10. mai í ár.

Árliga summargudstænastan, sum Føroyafelagið í London skipar fyri, verður longu 10. mai í ár. Vanliga hevur hon verið hildin í juni mánaði.

- Hetta er fyri at geva teimum lesandi møguleika at taka lut, skrivar føroyafelagið í London.

 

Av tí at danska kirkjan ikki er tøk sunnudagin 10. mai, verður gudstænastan í ár í svensku kirkjuni, ið liggur í Harcourt Street. Nærmasta Underground støð er Edgware Road, boðar føroyafelagið frá.

 

Í ár verður tað Anne Mette Greve Klementsen, prestur, ið prædikar, meðan maður hennara verður organistur.

 

Eftir gudstænastuna verður boðið til kaffi og køkur.