Manshondbóltur
Tað er ikki tað stóra at skriva um dystin millum bestu mansliðini hjá KÍF og Kyndli mikukvøldið. Mett eftir úrslitunum millum liðini fyrr í kappingini, so var einki at ivast í, at talan kundi gerast um ein spennandi dyst, men stóri munurin var, at tað var bert annar parturin, sum hevði nakað at spæla fyri.
Fyrstu løtuna gekk annars javnt á, men tá Kyndil so fyrst hevði togað seg tvey mál framum, góvust kollfirðingarnir fullkomuliga at spæla.
Summarfrí
Og sum dysturin leið, so gjørdist alt meira greitt, at heimaliðið hevði alt annað enn hendan dystin í tonkunum, soleiðis sum leikararnir spákaðu sær runt á vøllinum.
Við eitt sindur størri nærlagni kundu kollfirðingar annars verið heilt væl við frá byrjan, men teir misnýttu fleiri góðar málmøguleikar, og í verjupartinum stóð alt annað enn væl til. Serliga fekk Ken Zachariasen gott pláss á høgra veingi hjá Kyndli móti einum óvanliga tomum Regini Petersen, og vanligi stórskjúttin hjá kollfirðingunum, Damir Oros, kundi fyri tað gott sitið heima hendan dagin. Eitt mál ? við brotskasti ? var alt, sum talan gjørdist um frá hansara síðu, og eftir standardinum, sum hann sjálvur hevur sett hetta árið, er tað í øllum førum ikki nakað at tosa um.
Tað skal so leggjast afturat, at skotsterki jugoslavin hóast alt hevði nakrar skotroyndir, men hesar rendu seg allar í sama veggin. Nevnliga Johan Danielsen í Kyndils-málinum, sum enn einaferð vísti, at hann so avgjørt stendur sera ovarliga, tá besti málverjin í landinum skal kjósast. Eitt skifti í fyrra hálvleiki helt hann málið reint í 12 minuttir, og tá Kyndil í seinna hálvleiki slakaði upp á verjupartin, var Johan ferð eftir ferð maðurin, sum syrgdi fyri, at munurin á máltalvuni framhaldandi øktist.
Frustratiónir
Sum sagt, so tóktist tað leingi so, at kollfirðingar vóru farnir í summarfrí. Men tó ikki meira enn so, at vánaliga avrikið so avgjørt setti síni sálarligu spor. Í løtum vóru frustratiónirnar á liðnum heilt sjónligar, soleiðis at spælið gjørdist beinleiðis ófantaligt og hart. Nakað sum serliga teir hjá Kyndli vórðu revsaðir fyri, tí tendraðir, sum teir vóru, so valdu teir at svara ónollunum hjá KÍF aftur.
Men hetta er tó ikki nakað, sum kemur at kosta liðnum nakað undan næsta dystinum. Tey bæði reyðu kortini, sum vórðu givin, komu bæði eftir tríggjar útvísingar, so tær viðføra ikki leikbann.
Eftir silvurinum
Meðan kollfirðingar soleiðis eru farnir í summarfrí, hóast teir enn hava ein dyst eftir at spæla, so stendur heilt øðrvísi til hjá Kyndli. Liðið liggur nú somikið væl fyri, at tað væl kann henda seg, at teir ogna sær silvurmerkini á seinasa leikdegi. Hetta um Kyndil vinnur sínar dystir, samstundis sum StÍF gerst meistari við einum sigri í Vestmanna.
Eftir vána úrtøkuna í grundspælinum er einki at ivast í, at hetta er ein støða, sum tey í Kyndli fegnast um, men samstundis er lítið at ivast í, at menn munnu iðra seg nakað um grundspælið. Støðan eftir seinasta umfar kann gerast hon, at Kyndil fær bronsu við 26 stigum, meðan VÍF og StÍF við 27 stigum fáa ávíkavist gull og silvur. Hendir tað, so er einki at ivast í, at teir grønu kunnu peika á nógvar dystir, har írestandi stigið kundi verið fingið til høldar.
Tað er tó ikki so nógv, sum gerast kann við tað, men tað sýnir kanska eisini, hvussu stór broytingin hjá Kyndli hevur verið. Ikki minst tykist setanin av Kára Nielsen á venjarabeinkinum at hava havt stóra ávirkan á liðið. Hetta hevur givið Jacob Jónsson nógv leysari teymar á vøllinum, har hann ikki skal hugsa um alt annað enn sítt egna spæl, eins og tað aloftast er ein fyrimunur at síggja spælið frá síðulinjuni, heldur enn inni á vøllinum, tá taktiskar avgerðir skulu takast. Ikki minst tá hondbóltshøvdið á síðulinjuni er av slíkum kalibri sum tað hjá Kára.
Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 18-31 (9-17)
Málskjúttar:
KÍF: Vagnur Johannesen 5(5), Mirko Milinkovic 3, Petur Martin Poulsen 3, Regin Petersen 2, Kristian Madsen 2, Gert Hansen 2, Damir Oros 1(1)
Kyndil: Finnur Hansson 6, Jacob Jónsson 5, Ken Zachariasen 5, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Janus Einar Sørensen 2, Rúni Mohr 1(1), Birgir Hansen 1, Josef Abrahamsen 1
Brotskøst: KÍF 8, Kyndil 2
Útvísingar: KÍF 2, Kyndil 7
Diskvalifikatiónir: Kyndil 2 (3X2 minuttir í báðum førum)
Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Bárður Brimvík. Kundu kanska verið meira avgjørdir í nøkrum førum, men hinvegin var dysturin ikki av slíkum slag, har dómararnir alla tíðina vórðu hildnir á tærnum.