Danska veðurstovan kunnger ikki nakað føroyskt summar í seinastu 5-daga forsøgnini. Hesa vikuna verður veðrið skiftandi við sólglottum og ælaveðri, og hitin verður ikki nakað at reypa av, onkrar løtur omanfyri 10 stig.
DMI sigur, at í dag verður 5-10 m/s av útsynningi, seinnapartin av vestri og útnyðringi. Nakað av sól, men eisini onkur æl. Hitin millum 9 og 12 stig. Í nátt 3-8 m/s av vestri, fyri tað mesta turt og klárt, hitin millum 2 og 7 stig.
Týsdagin verða 3-8 m/s av suðri, seinni av 5-10 m/s. Fyrsta á degnum nakað av sól, men sum frálíður skýggjað og regn av suðri. Um kvøldið veksur vindurin upp í 8-13 m/s, um náttina 5-10 m/s av suðri. Hitin millum 6 og 9 stig.
Mikudagin verða 5-10 m/s av suðri, í støðum upp í 12 m/s. Sammdrigið og regn av og á, í støðum tám ella mjørki. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig. Um náttina 5-10 m/s millum útsynning og útnyrðing. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.
Hósdagin 2-7 m/s av vestri. Skýggjað og turt, men sum frálíður klárari í veðrinum og nakað av sól. Hitin millum 6 og 9 stig.
Fríggjadagin verða 2-7 m/s útsynningi og vestri, seinni av suðri og landsynningi. Turt og nakað av sól. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.