Nýggir tónar, og aldargomul verk, verða at hoyra í Gøtu Kirkju og á skipasmiðjuni í Tórshavn í hesi vikuni.
Bernhardur Wilkinson stjórnar Tórshavnar Kamarkóri, sum fer at framføra Jesu meine freude eftir tónaskaldinum Johann Sebastian Bach, sum eins, og Händel og Vivaldi, verður nevndur barokkmeistari.
Teksturin til tónleikin, sum Kamarkórið framførir, er yrking frá 1650 hjá Johan Franck og er úr rómverjabrævinum.
Haraumframt verður frumframførðsla av verki hjá Leif Hansen, tónasmiði, sum hevur sett lag til yrkingina Árringar og æðrar, eftir Carl Jóhan Jensen. Kórið syngur eisini Ave verum corpus, eftir William Byrd og fýra sera áhugaverd og øðrvísi íslendsk løg.
Kosertir verða í Gøtu Kirkju hóskvøldið 31. mai klokkan 19.30 og í framsýningarhølunum hjá TórshavnarSkipasmiðju, leygardagin 2. juni klokkan 14.