UMMÆLI
Og tað riggar so væl, at kanska eingin føroyskur sangfuglur hevur havt veingir, ið hava borið so væl sum Teitur.
Men hansara stílur krevur meira av áhoyrarunum enn rútmiskt disko ella buldrandi rokkur. Teitur blæsir einki í høvdið á nøkrum. Tað er í øllum førum sera sjáldan. Hann krevur eitt sindur av áhoyrarunum; at tey ikki bara eru til staðar, men at tey lurta.
Tí varð eg sera spent uppá at hoyra Teit á G-festivalinum, og eg má siga, at tað sum heild varð ein sera jalig(!) uppliving. Við so dugnaligum tónleikarum rundan um seg sum m.a. Búa Dam, Michael Black og Una Árting er tað nærum eisini dømt til at eydnast. Teitur hevði eisini eitt lítið kvinnukór aftrat sær, men hóast tær í litføgrum kjólum frískaðu pallin upp varð teirra sanggóðska heldur ivasom í støðum.
Meginparturin av sangunum, ið Teitur framførdi á G! vóru av hansara seinastu fløgu “káta hornið”. Her vóru nøkur løg, millum annað “eg eigi ongar pengar” og “Havnin er ein lítil bygd”, ið settu lív í áhoyrarnar, ið sungu við. Eisini framførdi Teitur “tokspor”, ið hann sang eins guddómmiliga, ið hann ger á fløguni.
Tað má tó viðmerkjast, at tað var ein ávís andsøgn millum huglagið á fleiri av teim framførdu løgunum hjá Teiti og ta bakandi sólina og tann glaða ungdómin. Tað er ringt at finna nakað glaðari og jaligari enn ein føroying í sólskini. Tað einasta glaðari er kanska ein føroyingur í sólskin á G! við sandi millum tærnar. Í hesum høpi var tað eitt sindur malplaserað at syngja við til “sangir í moll”...
Men móti endanum av konsertini spældi hann nøkur løg av fløguni “Stay under the Stars”. Millum annað “Louis, Louis”. Og tá fekk framførslan veruliga luft undir veingirnar. Tónleikurin, sólin og hitin gingu upp í eina hægri eind, og fríggjakvøldið á sandinum fekk ta best hugsandi byrjanina.