Fyrstu vikuna í juli varð fyri fyrstu ferð roynt at hava eitt serstakt summarskeið í hondarbeiði á Syðradali. 12 kvinnur úr øllum landinum luttóku og leigaðu sær bústað ymsastaðni á Kalsoynni. Onkrar teirra høvdu familjuna við, so tað bleiv ein hugnalig vika fyri alla familjuna.
- Hetta havi eg droymt um í mong ár, og hetta eydnaðist fram úr væl, sigur Paulina M. K. Eliasen, sum var lærari á skeiðnum.
Hon leggur aftrat, at tey byrjaðu hvønn morgun við morgunsangi, síðani gjøgnumgingu tær ymiskt, og so arbeiddu kvinnurnar í hvør sínum lagi.
- Vit brúktu báðar hæddirnar í skúlanum, og kvinnurnar kundu sita sjálvar til út á kvøldið og arbeiða víðari. Skeiðið vardi í eina viku og fingu kvinnurnar nógv burturúr. Skeiðið fevndi um brodering, domino binding og føroysk bond, sigur Paulina M.K. Eliasen.
Skeiðið, sum varð hildið á Syðradali, var skipað undir Klaksvíkar kvøldskúla.
- Hetta er ein áhugaverdur máti at skapa lív og trivnað á útoyggj í summartíðini - ein máti, sum tekur støðið í einari eldsál, sum býr á staðnum, sigur Erik Biskopstø, leiðari.