Tað er púra óskiljandi, at ein bólkur av føroyskum listarfólk skal gera seg til dómara fyri, hvat er góð list, og hvat ikki er tað.
Tað sigur Kári Svensson, listarmálari og formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk.
? Tað eru nøkur listarfólk, sum eftir øllum at døma halda seg vera betur enn hini, men áðrenn tey fara at finnast at listini hjá øðrum professionellum listarfólkum, áttu tey heldur at tikið í egnan barm, sigur Kári Svensson.
Listamaðurin Tróndur Patursson kallaði í Dimmalætting í gjár listarfólkini, sum eru eftir í felagnum Føroysk Myndlistafólk, fyri »listahandverkarar«, »frítíðarmálarar» og fyri at plagiera onnur listarfólk. Tey etableraðu hava onga ávirkan í Listasavninum, og tí fellir støðið har, heldur Tróndur Patursson.
? Eg haldi, at gáttin í Listasavninum hevur júst somu hædd, um tað er Øssur Mohr, Tróndur Patursson ella Bárður Jákupsson, sum stilla út har. Tú kanst altíð spyrja, hvør er ávirkaður at hvørjum listarmanni, øll fáa jú íblástur onkrastaðni ? eisini Tróndur Patursson og Bárður Jákupsson, sigur Kári Svensson.
Arbeiða fyri sær sjálvum
Kári Svensson sigur seg vera ovfarnan av, at nøkur listafólk skulu døma um, hvat er list og ikki.
? Eftir at hasin bólkurin av listarfólkum fór úr felagnum hjá okkum, eru tað framvegis 20 fólk eftir, sum liva av listini og arbeiða á sama hátt sum Tróndur Patursson og onnur, sum tó halda seg vera betur enn hini, sigur Kári Svensson.
? Sjálvandi skal listin koma frá hjartanum, tí annars er hon líkamikið, men skulu nøkur fá listarfólk gera av, hvat er verulig list og ikki, spyr listarmaðurin.
Kári Svensson heldur, at stríðið í listaumhvørvinum í løtuni, sum millum annað sæst aftur á Listasavni Føroya, har nýggjur leiðari skal setast, kemur av einari einfaldari orsøk.
? Tað er ein klika av listarfólkum, sum heldur seg verða betur enn hini, og sum roynir at arbeiða fyri sær sjálvum og bara sær sjálvum. Tá ið tey missa ávirkan, so vilja tey ikki verða við meir og royna at gera alt fyri at fáa ávirkan aftur. Tað er tað, sum hendir í løtuni, sigur hann.
? Okkara felag vil arbeiða til frama fyri øll listarfólk og ikki bara nøkrum fáum fólkum, sigur Kári Svensson.