Summi sersambond verða meint rakt

Oyggjaleikir verða ikki fyrr enn í 2023, men ÍSF vil ístaðin skipa fyri innanhýsis oyggjaleikum í Føroyum

Tað er harmiligt, at Oyggjaleikir eru útsettir heilt til 2023, og hetta kemur serliga illa við hjá teimum føroysku ítróttargreinunum, ið ikki hava aðrar útlendskar kappingar enn Oyggjaleikir at kappast í.

Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya.

Oyggjaleikanevndin boðaði í gjár frá, at avgerð er tikin um at flyta Oyggjaleikirnir í 2021 til 2023. Guernsey, ið skuldi vera vertur til leikirnar í 2021, verður ístaðin vertur fyri leikunum í 2023, og sostatt er talan heldur ikki um eina avlýsing, men útseting.

– Tær flestu ítróttargreinirnar hava norðurlendskt meistaraheitið, og summi hava EM og HM eisini. Men so eru nakrar greinar, ið bert hava Oyggjaleikir, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen um kappingarmøguleikarnar hjá føroysku ítróttargreinunum.

– Og hjá teimum er tað ein skandala. Hjá teimum verður eisini ringt at halda fólki til, tí har er eingin gularót, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, sum vísir á, at Oyggjaleikir hava tann fyrimunin, at ítróttarstøðið passar sera væl til støðið á fleiri føroyskum ítróttargreinum.

 

Nú tað vera heili fýra ár ímillum, at føroysk ítróttarfólk sleppa  til Oyggjaleikir at royna seg, fer ÍSF at hugsavna seg um onnur ting ímeðan. Millum annað verður framhaldandi arbeitt við at fáa altjóða atlimaskap til fleiri sersambond, soleiðis at tey sleppa at luttaka á altjóða kappingum undir føroyskum flaggi, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

 

Tað eru kortini ikki allar ítróttargreinarnar, ið eru eins hart raktar. Elin Heðinsdóttir Joensen sigur, at ÍSF hevur hvørt ár fund við øll sersambondini fyri at vita, millum annað hvør fíggjarstøða teirra er og hvar tey kappast, hava tey møguleika fyri altjóða luttøku.

– Tey flestu siga, at allar kappingarnar í 2020 eru fluttar til 2021. So har eru ikki ordiliga avlýsingar í 2021, og vit ganga út frá, at tað fer at koma í gongd aftur.

 

Nú Guernsey hevur fingið Oyggjaleikirnir í 2023, eru hinir vertskapirnir eisini fluttir. Orknoyggjar hava vertskapin í 2025, Ynys Mon í 2027, og Isle of Man, ið væntaðust at fáa vertskapin í 2027, fáa nú ivaleyst vertskapin í 2029.

Føroyar høvdu ynskt sær vertskapin í 2029, men tað verður av ongum, og ístaðin verður tað møguliga í 2031. Men hetta hevur nakrar praktisar avbjóðingar.

 

– Vit fara at seta okkum í samband við formannin í oyggjaleikanevndini, Jørgen Pettersson, tí nú er alt forskotið, og tað í 2029, sum vit væntaðu at fáa, er heilt frammi í 2031. Tá tað verður so langt frammi í tíðini, kundu vit hugsað okkum eitt sindur meira garanti.

Oyggjaleikanevndin hevur eisini eitt garantikrav upp á 10 milliónir krónur, sum ein væntað vertstjóð skal lata. Men garantiið, ið løgtingið hevur samtykt, gongur út 31. desember í 2030.

– Tað mugu vit inn at práta við landið um. Men tað trúgvi eg ikki verður nakar trupulleiki, tí tað varð einmælt samtykt, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

 

Ístaðin fyri at sita hendur í favn og lata komandi trý árini vera uttan kappingar, hevur ÍSF gjørt av at arbeiða við einum føroyskum varianti av Oyggjaleikum ístaðin. Elin Heðinsdóttir Joensen greiðir frá, at sersambondini eru boðin at skipa fyri einari kapping, sum hevur fingið fyribilsdato, sum er 8. til 11. juli komandi ár, og at tað er galdandi fyri øll sersambondini - eisini tey, sum vanliga ikki luttaka til Oyggjaleikir.