Seinnapartin sunnudagin vórðu fimm haruhagar seldir í Vestmanna. Uppboðshaldarin var Eydna á Rógvi Simonsen. Uppgávan er gingin í arv í familju hennara.
Onkrir hagar fóru í ár fyri minni enn í fjør, men aðrir vórðu seldir fyri væl meira.
Brekkurnar vórðu í ár seldar fyri 10.500 krónur, í fjør kostaðu tær 14.500 krónur.
Norðurnesið fór í ár fyri 16.000 krónur, í fjør var prísurin 19.000 krónur.
So var tað Heimihagin Norðan: Í ár 11.300 krónur, í fjør 7.000 krónur.
Heimihagin Heimari fór fyri 13.000 krónur í ár, í fjør 5.500 krónur.
Fjallið fór fyri 10.500 krónur, í fjør 6.500 krónur.
Samanlagt komu 61.300 krónur inn í ár. Í fjør komu 53.500 krónur.
Aðrir hagar vórðu avgreiddir frammanundan, Dalar, Útihagin, Reynið og Líðin.
Summir hagar eru seldir fyri meira enn eitt ár.