Hetta kappingarárið í kappróðri kann ikki sigast at hava verið serliga spennandi fyrstu tveir róðrarnar, sum hava verið á Norðoyastevnu í Klaksvík og á Sundalagsstevnu í Hvalvík og Streymnesi. Í fleiri av bátaflokkunum hava tryggir vinnarar verið báðar róðrarnar, og tí hevur tað bert verið í ávísum bátaflokkum, at spenningur hevur verið í.
Hjá 6-mannaførum við monnum hava serliga Sundabáturin og Tvørabáturin gjørt kappingini spennandi í ár. Í fyrsta róðrinum megnaði Sundabáturin at vinna á heimasjógvi í Klaksvík, men tvær vikur seinni svaraði Tvørabáturin aftur. Tá vunnu teir næsta róðurin á árinum á Sundalagsstevnu, og hetta var eisini fyrsti kappróðrarsigurin hjá monnunum av Tvøroyri, síðani Suðringur vann á Vestanstevnu í 1991.
Í triðja róðrinum um vikuskiftið var aftur lagt upp til harða kapping millum serliga hesar báðar bátarnar, og nú hevði Tvørabáturin møguleika at leggja seg á odda í FM-kappingini við einum sigri á heimasjógvi.
Púra javnt allan vegin
Tá ið startdómarin skeyt róðurin í gongd hjá 6-mannaførunum, vóru tað eisini nevniliga Sundabáturin og Tvørabáturin, sum fingu bestu byrjanina. Teir báðar fyrstu róðrarnar hevur Strálan eisini verið væl við í kappingini at kalla allan vegin, men á Jóansøkuni fingu teir eina keðiliga byrjan, sum gjørdi, at teir fóru langt aftur um Sundabátin og Tvørabátin beinanvegin, og tí komu teir ongan tíð við í kappingina um fyrsta plássið.
Sjálvt um Strálan ikki ordiliga kom við í kappingina um sigurin á Jóansøkuni, so megnaðu Sundabáturin og Tvørabáturin at gera róðurin sera. Mest sum eingin munur var á bátunum, sum fóru stavn um stavn inn eftir fjørðinum. Onkuntíð var Sundabáturin frammanfyri, og næstu løtuna var Tvørabáturin omaná.
Endaspurturin avgjørdi róðurin
Tá ið bátarnir byrjaðu at nærkast teimum nógvu áskoðarunum, sum stóðu á keiini, var enn eingin munur á, men endaspurturin bleiv avgerandi henda dagin.
Sundabáturin hevur altíð verið meir ella minni kendur fyri sín sera góða endaspurt, og hesin kom rættiliga til sjóndar á Jóansøku leygardagin. Tá bátarnir fóru undir endaspurtin var púra javnt millum Sundabátin og Tvørabátin, men fyri hvørt tak seinastu 150 metrarnar fór Sundabáturin frá Tvørabátinum.
Tá bátarnar komu á mál var ein hálv bátslongd á muni, og sostatt gjørdist greitt, at Sundabáturin fekk sín næsta sigur á árinum, meðan Tvørabáturin mátti noyðast við einum silvurheiðursmerki á heimasjógvi.
Strálan, sum lá aftast ella næst aftast í byrjanini, róði seg rættiliga upp seinastu 1000 metrarnar, og endaði á einum triðja plássi.
Við sigrinum á Tvøroyri hevur Sundabáturin nú lagt seg trý stig fram um Tvørabátin í FM-stríðnum. Hetta ger, at menninir umborð á Tvørabátinum helst skulu vinna næstu stevnuna, sum verður í Fuglafirði komandi leygardag.
Um Strálan fær eina góða byrjan á Varmakeldu, kunnu bæði Sundabáturin og Tvørabáturin eisini vænta sær harða kapping frá teimum.