Sundalagið er nógv skert

Sjey spælarar eru ikki tøkir hjá EB/Streymi, ið seinnapartin skal spæla ímóti HB, sum saknar týdningarmiklar miðvallarar

Tað var skot fyri bógvin hjá HB í strembanini eftir at vinna seg fram í FM stríðið, at tað fyri viku síðani endaði við 1-0 tapi í Gøtu.

Seinnapartin verður nýggjur møguleiki á heimavøllinum í Gundadali, har HB fyrr í ár hevur vunnið tríggjar dystir, spælt ein javnan og tapt tveir dystir (ímóti Skála og B36).

Hjá EB/Streymi hava tað síðstu ferðirnar verið stór hol í verjuni. Tølini siga 8-1 tap á heimavølli ímóti NSÍ og so 4-0 tap í Klaksvík.

Tá ið HB fyri einum mánað síðani var í Hólmanum á Eiði, endaði tað við 3-0 sigri til gestirnar.

Hjá HB er Tróndur Jensen leikbannaður. Símun Samuelsen er tøkur eftir leikbann. Á skaðalistanum eru Andreas Breimyr og Brynjar Hlöðversson.

Hjá EB/Streymi er skaðalistin framvegis langur: Andras Olsen, Jóhannes Hansen, Arnar Dam, Leif Niclasen, Niklas Kruse og Tóki H. Johannesen. Magnus Jarnskor er leikbannaður, og tað er ivasamt, hvønn leiklut Arnbjørn Hansen og Rói Zachariasen eru førir fyri at spæla.

Gestur Bogason Dam er tøkur aftur eftir leikbann.