Vinnararnir eru: Guðrið B. Syderbø, Durita A. Joensen, Ingi Petersen, Kári Jacobsen og Rebekka á Fjallinum.
Tey fimm høvdu framleitt eina lítla fløsku við snaruproppi, ið skal innihalda AB mjólk.
Ungt virki er eitt tilboð til næmingar á støðisárinum á Føroya Handilsskúla. Næmingarnir skulu stovna virki, sum teir reka í skúlaárinum og síðani taka av, tá ið árið er úti. Endamálið er at vekja teirra áhuga at skapa nakað sjálvstøðugt.
Ungt Virki í Føroyum er partur av Ung Virksomhed í Danmark, sum byrjaði í 1993. Føroysku vinnararnir fara í døgunum 25. og 26. apríl at taka lut í eini líknandi kapping í Keypmannahavn. Ferðaútreiðslurnar rindar Føroya Handilsskúli, og harumframt fáa tey 5.000 krónur frá SMS.