Sundstein: Skomm at samráðast um blokkin

Tað er stór skomm at fara at samráðst um, at blokkstuðulin skal umroknast við príshækking frá 2002. Tað sigur Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður Fólkafloksins. Tað sigur hann í lesarabrævi í Sosialinum:

– Fyrst er tað eitt tekin um ómegd at biðja um peningaliga hjálp uttan mótvirði, harnæst er tað skaðiligt fyri samfelagsbúskapin at fáa pening inn í samfelagið uttan, at virksemi liggur aftanfyri. Hetta fer at virka hóttandi móti sjálvberandi búskaparligum vøkstri. Tað kann kanska vera, at 100 ella 150 mió. sum gáva fløva eitt stutt bil, men tað drepur fyritakssemi sum frá líður, sigur Jógvan Sundstein.

Fyrrverandi fólkafloksformaðurin er tó fegin um nógv av tí, sum komið er í samgonguskjalið. Eitt nú flatskattin:

– Um tað eydnast at fáa hetta málið avgreitt nøkulunda í samsvar við ætlanina, verður tað ein stórbroyting til tað betra í búskapargongdini. Eg ivist ikki í, at sum tíðin líður, tað vil siga um 2-3 ár, vil hetta verða ein avgerandi partur av drívkraftini til sjálvberandi búskaparligan vøkstur í føroyska samfelagnum. Allir føroyingar fáa fyrimun av hesum, sigur Jógvan Sundstein.

Men hann skammast við ætlanirnar at hækka ríkisveitingina:

– Tað kann neyvan bera til at fáa danir at regulera blokkin aftur til 2002. Avtala er jú gjørd á hvørjum ári um 615 mió. kr. Slíkar avtalur kunnu væl ikki broytast 10 ár aftureftir. Tá verður virði av gjørdum avtalum devaluerað. Og tað er ikki gott fyri tann partin, sum brýtir avtaluna. Tað gongur út yvir umdømi, sigur hann.

Jógvan Sundstein saknar eisini ávís mál í samgonguskjalinum. Eitt nú málið um stjórnarskipanarlógina:

– Men tað er bara gleðiligt, at tað ikki er við í samgonguavtaluni. Eitt slíkt mál skal viðgerast óheft av samgonguavtalum. Tað er eitt mál hjá sjálvum Løgtinginum og øllum politiskum flokkum – og ikki einum fólkatingsmanni.Vónandi kann tað avgreiðast bæði skjótt og virðiliga av nýggja tinginum.

Eisini harmast Jógvan Sundstein um, at Jacob Vestergaard ikki gjørdist fiskimálaráðharri:

– Eg hevði væntað og vónað, at Jacob Vestergaard tók við sum fiskimálaráðharri, men tað gjørdi hann ikki. Eg havi als einki ímóti Jákupi Mikkelsen, tvørturímóti, men eg haldi bara, at hann egnaði seg betur sum politiskur talsmaður í tinginum, sigur Jógvan Sundstein í lesarabrævinum, sum kann lesast í Sosialinum í dag - og VIÐ AT TRÝSTA HER.