Sungið og spælt í 38 ár

Veðrið var ikki av tí besta tá ið flogfarið við Dubliners setti seg í Vágum fríggjakvøldið

Orð og Mynd

Jonhard Hammer


Tað er fríggjakvøld Klokkan nærkast sjey, staðið er Hotel Føroyar. Veðrið er sera ringt, vátaslettingur og nógv regn. What a terible wheater, sigur guitarspælarin Eamonn Campel, og regni rennur niður eftir skegginum.

Fyrireikarnir av Dubliners konsertini hava bjóða til tíðindafund. Tað vóru ikki nógv fólk møtt upp, men vit fingu eitt prát við John Sheahan. Tað eru bara hann og Barney Mc Kenna, sum hava spælt við Dubliners síðani teir byrjaðu fyri 38 árum síðani. Søgan aftanfyri Dubliners er, at tað vóru nakrir ungir dreingir í Dublin, sum byrjaðu at spæla saman á einari Pub. Í 1967 fingu teir teirra veruliga fyrsta hit, tað var sangurin ?Seven drunken Nights? aftaná henda sangin, kom verðulig ferð á leiðin, gekk til Albert Hall í London og síðani hevur verið boð eftir teimun at spæla runt um allan heimin sigur John Sheahan.


Føroyar er eitt

deiligt land

Hetta er triðu fer at Dubliners eru í Føroyum. Ørsøkin til at teir koma aftur er, at teir dáma sera væl Føroyar og fólkið sum býr her, sigur John Sheahan. Hann sigur víðari, at tá ið vit fortelja fólkið at vit fara til Føroya at spæla, so veit næstan ongin hvar Føroyar eru. Vit føla okkum at verða sera hepnar at sleppa til Føroya at spæla og vónandi verður hetta ikki sístu ferð at vit seta okkara bein á hesar vøkru regnutu oyggjar.


Dáma ikki Metalica

Nógvir av sangunum sum Dubliners hava gjørt eru vorðin stór hit. Tað eru nógvir bólkar, sum spæla sangir hjá teimun, og nakrir hava eisini givið teir út. Amerikanski bólkurin Metalica endurspældi herfyri sangin ?Wicky in the jare?. Hetta bleiv eitt stórt hitt. Teir komu uppá flestu hitt listar runt í heiminum, og teir tjentu ikki so lítið uppá henda sangin. Sjálvt um hesin sangur var væl umtóktur millum manna, so halda teir í Dubliners at sangurin hjá Metalica ikki var nakað at reypa av. Vit hava einki ímóti at aðrir bólkar endurinnspæla okkara sangir, men hatta var bara ikki gott nokk, sigur tann sera frintligi John Sheahan.


A pub Whit no Beer

At hava eina ølstovu uttan eina øl riggar ikki, syngja teir í Dubliners um. Tá ið teir frættu at tað bleiv ein konsert, har tað ikki var loyvið at selja øl, gjørdust teir sera kløkkir. Og vildu hava eina forkláring hvussu tað bar til. Teir forstóðu at her var ikki nógv at gera við hetta, men teir vildu senda eina heilsan til Finboga Arge landsstýrismann, sum hevur rúsdrekka mál um hendi. Fólkatónleikur og øl hoyra saman, tað skal sjálvandi verða við máta men onga øl á einari konsert tað riggar ikki sigur John Sheahan skemtandi.