Århus kommuna hevur heitt á Sunleif Rasmussen at skriva eitt verk í samband við at Århus verður mentanarhøvuðsstaður Evropa í 2017.
Høvuðseyðkennið í verkinum skal vera vindurin, og tí hevur Århus heitt á føroyska tónasmiðin, at skrivað eitt verk til tey vindljóðføri, vit finna á gomlu siglingarleiðini hjá Víkingunum. Frá víkingahorninum til shofarin, angulsaksiska hornið og sjálvandi sekkjapípuna.
- Vindurin, hetta mest danska av frumevnunum, sum bar okkara forfedrar út í heim og sum nú gevur okkum orku og vón fyri framtíðina, verður fagnað í hesum framúrskarandi nýggja tónleikaverkinum, sum verður framført á almennu setanini hjá Århus 2017 og á øðrum tiltøkum hetta árið, skrivar kommunan á heimasíðuni fyri tiltakið.