Sunniva var best í mai

Leygardagin varð Sunniva Willemoes úr HB kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánað, skrivar Fótbóltssambandið

Sunniva Willemoes, saman við venjarinum hjá HB-kvinnunum, Lukasz Cieslewicz - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Leygardagin varð Sunniva Willemoes úr HB kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánað, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Eg eri errin og sera glað fyri heiðurin. Eg royni altíð at arbeiða hart og verða betri, so at fáa eina slíka viðurkenning er nakad heilt serligt. Tó eiga mínir liðfelagar og toymið rundan um liðið eisini ein stóran part í hesum, tí uttan tey, hevði hetta ikki borið til.

 

Tað sigur Sunniva Willemoes úr HB, sum leygardagin var kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánað. Tað eru venjararnir í teimum átta feløgunum í fremstu deildini, ið velja, og tá talt var saman hevði unga havnakvinnan fingið flestar atkvøður.

 

Henni á baki komu Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland úr KÍ, meðan Sara Samson Lamhauge og Julia Naomi Mortensen úr NSÍ, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi eisini fingu fitt av atkvøðum. Fyri heiðurin sum besti spælari í mai, fekk Sunniva Willemoes handað eitt gávubræv, ið kann nýtast á Hotel Brandan, Hotel Hafnia, ella hjá Katrinu Christiansen í Havn, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

 

Sunniva Willemoes, saman við venjarinum hjá HB-kvinnunum, Lukasz Cieslewicz - Mynd: Jakoba Svensdóttir