Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)
Sands kirkja – grein 2:
Ásla er upprunaliga ættað úr Kunoy, men var gift suður higar. Og her á Sandi hevur hon búð síðani í 1974. ”Tja, tað eru eftirhondini nøkur ár síðani”, sum hon tekur til.
Í heimbygd hennara var hon von at ganga í kirkju. Hetta helt hon fram við, tá hon flutti suður til Sands.
- Eg eri góð við hesa kirkjuna á Sandi. Hon er bæði snøgg, hugnalig og pen. Men eg vil tó siga, at eg eri allarbest við Kunoyar kirkju, slær hon fast.
- Hon stendur mínum hjarta nær, enn tann dag í dag. Ja, tað ger faktist okkurt við meg, tá eg síggi eina gudstænastu úr Kunoyar kirkju í Kringvarpinum.
Altíð í kirkju
Fyri Áslu er í dag eingin ivi um, hvat ein sunnudagur hevur sum endamál: Hetta er dagurin, tá man fer í kirkju.
- Ja, eg skal siga akkurát sum tað er, - at eg havi altíð gingið í kirkju, eisini tá eg var smágenta, greiðir hon frá.
Ásla er sum nevnt uppvaksin í Kunoy. Har stendur kirkjan so vøkur oman móti bakkanum, og tað hevur hon gjørt síðani hon var vígd í 1867.
Nevnast kann í hesum sambandi, at vit hava havt eina greinarøð her á heimasíðuni, har vit fingu eitt betri innlit í kirkjulívið í Kunoy.
- Nú má eg kortini skunda mær at leggja aftrat, sigur hon brosandi, - at eg tímdi sera illa at ganga í kirkju, tá eg var barn. Tað er so púra vist.
- Eg sat tó altíð pinnastill har mitt millum ommu og abba í kirkjuni: Omman sat vinstrumegin og abbi mín høgrumegin. Men so vóru tað aðrir dagar, har eg kundi vera eitt sindur meiri óstill, saman við abba.
Í dag kann ein í øllum førum staðfesta, at hon hevur verið íðin kirkjugangari gjøgnum lívið.
Manglar í
Henda sunnudagin 9. oktober var Ásla enn einaferð farin frá húsum, nakað undan at kirkjuklokkan ringdi inn til gudstænastu á Sandi.
At hon ger tað sunnudag eftir sunnudag er orsakað av einum einasta: Her følir hon seg væl, tí her er gott at koma saman við øllum hinum til gudstænastu.
- Ja, eg vil bara siga, at tað er ikki veruligur sunnudagur, um eg ikki havi verið í kirkju, sigur 88 ára gamla kvinnan, sum altso verður 89 í næsta mánaði.
- Um eg ikki havi verið í kirkju, ja, so er tað líkasum at okkurt manglar í hjá mær.
Ásla útdýpar hetta eitt sindur, og slær fast, at sunnudagurin er ein heiligdagur og hvíludagur.
- Tað er altíð gott at kunna seta seg niður her í kirkjuni, ella at lurta heima við hús at hoyra tað, sum verður boðað henda serstaka dagin í vikuni.
Hoyra orðið
Teksturin henda sunnudagin var úr Matteus kapitul 2, og ørindini 14 til 22, har sagt verður frá, tá Jesus kallaði Levi, sum sat í tollbúð síni.
Sóknarprestur teirra, Havstein Klein, var hann sum prædikaði, og sum haraftrat hevði altargongd og barnadóp henda dagin.
Men tað er so, sum Paulus skrivar í Rómverjabrævinum, at trúgvin kemur av tí sum verður hoyrt. Hetta er eisini galdandi fyri eina gudstænastu í Sands kirkju ein illveðursdag í oktober 2022.
Ásla hevði enn einaferð leitað sær í sína kirkju henda dagin, hóast stormurin leikaði í uttanfyri um morgunin.
- Eg havi bara ein trupulleika, tá eg eri her, og tað er, at eg ikki altíð hoyri so væl, hvat Havstein sigur. Hann er heldur lágmæltur fyri meg.
- Tí hevði verið gott, um man fekk onkrar hátalarar í kirkjuna, soleiðis at vit øll kundu hoyrt tað, sum hann sigur í sínari prædiku, sigur hon at enda.
------
Hetta er onnur greinin um kirkjuna og kirkjulívið á Sandi.
Fyrsta greinin ”Ein av konfirmantunum hevði stórt skegg” kann lesast við at trýsta her.
Triðja greinin verður ein samrøða við ein av kirkjutænarunum.