Sunnudags spa

Send børnini í sunnudagsskúla og mannin til fótbóltsdyst ella út at vaska bil.

Legg yndisplátuna á plátuspælaran, lat hárlitingina virka og neglalakkið torna. Ger teg síðani til reiðar til eina lekkra heimagjørda andlitsviðgerð.

Legg fyri við at reinsa andlitið. Dryppa nakrar dropar av olivenolju á eitt vattpetti og reinsa húðina varliga.

Fyll eitt ílat við kókandi vatni. Set teg inn yvir dampin og legg eitt handklæði yvir høvdið. Ansa eftir, at tú ikki skáldar húðina. Dampa húðina í einar 10 minuttir, so poknurnar lata upp og skitturin losnar. Til ber at koyra angandi kamillu- ella piparmintute í vatnið. Hevur tú serliga óreina húð, er gott at koyra timian í vatnið, tí tað drepur bakteriurnar.


Nú er tíð at skrubba húðina. Massera eina blanding av olivenolju og brúnum farini væl inn í húðina og skola við vatni. Vaksa hendurnar væl og kroyst varliga møguligar døkkormar út – ikki brúka neglirnar.


Næsta stig er at leggja eina masku. Smyr maskuna á andlitið, og lat hana sita í einar 10 minuttir. Vaska av við vatni. Vel eina masku, sum hóskar til tína húð:


Turra húð: Mosa eina hálva avocado ella eina búnað banan og smyr á andlitið.

Feita húð: Smyr eggjahvíta á andlitið og lat torna.

Vanlig húð: Smyr hunang á andlitið.

Viðbrekin húð: Blanda ein kopp av jogurt naturel við einum hálvum koppi av havragrýni.


Til endans letur tú poknurnar aftur við ísakøldum vatni, rósuvatni ella agurkusaft.. Smyr síðani andlitið við vanligum andlitskremi.


-- 


Eitt drepararáð til eymir reyðir bumsar, sum hótta við at koma fram, men ikki fáa tikið seg saman (altíð beint áðrenn eina date ella veitslu): Dubba teir við einum ordiligum snapsi – so doyggja teir innan fáar tímar!!