Sunnudagsskúlin í Áarstovu aftur til verka

Hetta var fyrsta ferðin eftir summarsteðgin, at sunnudagsskúlin er aftur í Áarstovu. Eini 20 børn saman við foreldrum teirra møttu upp, her tey sungu væl við til teir kendu sangirnar.

Tey eru fleiri, sum skipa fyri sunnudagsskúlanum. Henda fyrsta dagin vóru tað Marin og Kári Østerø, meðan Kári á Torkilsheyggi spældi undir uppá guitar. Aftaná plagar at verða boðið til ein kaffimunn við køkum og eitt hugnaligt prát.

Áarstova í Århus hevur flutt nakrar ferðir. Fyri hálvum ári síðan, varð flutt frá Vestergade oman til Toldbodsgade 8, niðri við havnalagið, ið ikki eru eins rúmlig høli, sum onkuntíð fyrr. Men tey hava tikið til takkar við teimum, og royna at fáa sum best burturúr.

Áarstova og Føroyingafelagið í Århus hava skipað fyri ymiskum tiltøkum, so sum konsertun við m.a. Stanley Samuelsen, Martin Joensen og Alex Berentsen. Fyrr í mánaðinum var konsert við Hanusi G. Johansen.

(Mynd: Dávur Winther)