Maria Jacobsen: Samanhald og tollyndi
Umframt tað, sum fyrr er skrivað um hendingina við Immanuel, greiddi Maria frá, at verfaðir hennara, Napoleon á Glyvrum, plagdi at siga, at hann var sjálvur í Íslandi við Sannu. Hann segði, at høvdu Immanuel og Laura havt radio og hoyrt veðurtíðindini vóru teir avgjørt ikki farnir at sigla heim. Tað vóru bert fá skip sum yvirhøvur høvdu radio. Maria heldur áfram:
Tað sigur seg sjálvt, at ein slíkur tilburður hevur samansjóðað bygdina nógv. Tað eru nógvar søgur um, hvussu væl tey eintust, eisini á tí andaliga økinun.
Eg minnist í mínum uppvøkstri, at møtir vóru hildin í turkihúsinum hjá Petur Weihe, har beinkir vóru tiknir úr salinum og missiónshúsinum, og so fóru øll á møti í turkihúsinum.
Av góðum grundum minnist eg ikki tríatíárini, men eg minnist fýratiárini. Tá mann hugsar um Søldarfjørð sum eina bygd at vaksa upp í, má eg siga, at her var gott at vaksa upp. Vit áttu nógv ættarfólk. Pápi og tey vóru átta systkin, seks systrar og tveir brøður. Bert tvær av systrununm fóru av bygdini. Mamma og tey vóru 13 systkin, har tveir dreingir doyðu sum smáir. Av systkjunum hjá mammu vóru bert tvær systrar, sum ikki búðu í Søldarfirði. Tær fóru tó ikki so langt. Onnur fór yvir á Gjaranes og hin út á Lambareiði.
Millum øll hesi næstrafólk vuksu vit upp. Gingu inn og út sum vit vildu og kendu okkum heima so nógva staðni.
Tá var ikki nógv tosað um ungdómshús og slíkt. Vit vóru inni í ymiskum húsum um kvøldarnar, serliga nógv vóru vit inni hjá Thoru mostir, sum var gift við Hans David Øregaard.
Kvinnan
Eg eri vís í, at tann føroyska sjómanskonan eigur ikki sín líka í heiminum. Einkjurnar, sum stríddust fyri síni børn og síni heim, tær framdu avrik.
Hesar kvinnur sótu einsamallar sum forsyrgjarar. Tær høvdu ein stóran leiklut í samfelagnum og hava eisini víst nógvar eginleikar.
Tær vóru barnauppalarar, sálarfrøðingar, høvdu øll fíggjarviðurskifti um hendur, høvdu kríatúr, kúgv og summar høvdu seyð. Tær settu niður epli og hoyggjaðu. Umframt hetta var alt tað, sum varð gjørt til matna og klædna. Tær bundu skipstroyggjur fyri at fáa mat í munnin. Alt hetta stríðið varð gjørt fyri at yvirliva.
Til seinast vil eg nevna nøkur orð um mammu. Tá eg sigi mammu meini eg Luffufastur, har eg vaks upp. Hon misti mannin við Immanuel og sat eftir við átta børnum. Tann elsti drongurin var bara 11 ár. Yngsta barnið var reiðiliga ársgamalt.
Gjøgnum hana veit eg um stríðið, vøkunæturnar og óttan fyri børnunum, og ongan at deila hendan óttan við.
Hon og Gusta fastur, mamma Dáva, sótu onkuntíð og tosaðu. Eg minnist, at mammu dámdi ikki hendan sangin um Lauru og Immanuel, har m.a. varð sagt: »Tær sluppir sukku í Íslands hav í stormi blant ódnarsjógvar. Teir lótu har lív, hvør fann sína grøv blant ótaldar gravir nógvar.« Tær vildu heldur hugsa um menninar sum verandi heima hjá Gudi.
Yngsta barnið hjá Oluffu og Sámal var Sonja, sum var ársgomul, tá pápin fórst.
Tá tað var greitt, at Immanuel ikki kom aftur, kom presturin á Nesi, Fibiger-Jensen, at vitja. Hann vildi so fegin troysta, og spurdi um tað ikki var okkurt, sum hann kundi gera fyri hana. Luffa segði, at hon var so kedd um, at ikki eitt av børnunum var uppkallað eftir pápanum. Tað vóru ráð fyri tí, helt prestur, og spurdi um hennara ynski hesum viðvíkjandi. Jú, Luffa kundi hugsa sær, at yngsta dóttirin Ingibjørg, ið var næstan tvey ár, hevði fingið navnið Sonja afturat eftir pápanum Sámali.
Prestur skuldi royna. Ikki vardi leingi, fyrr enn Fibiger Jensen kom inn aftur til Oluffu við einum kongabrævi, sum segði, at Ingibjørg æt nú Sonja Ingibjørg. Síðan kom hon at vera kallað Sonja. Hetta gloymdu Luffa ikki presti.
Sámal hevði annars ætlað sær at vera heima hendan túrin. Hann kundi vera heima og gera koyriveg, men hann helt so, at hendan túrin skuldi hann gera afturat…
So kundi eisini henda tað mótsetta. Søga er um ein ungan drong, sum skuldi við. Hann kom til skipið, har tað lá við bryggju. Hann blakaði klæðsekkin inn á dekkið og leyp sjálvur aftaná. Men í klæðsekkinum var ein knívur í ongum slíðra og í fallinum fekk drongurin knívin upp í búkin og meiddi seg so illa, at hann slapp ongan veg, og hetta bjargaði lívi hansara.
Eg skal skoyta upp í, at hóast eg kalli Luffu fyri mammu var tað ikki dagur, at eg ikki var heima hjá mínum biologisku foreldrum og systkjum, so tað var sum eitt hús.
Dávur Jacobsen: Støðan í einum heimi sum hevði mist pápan
Í teirri fyrru Miðvikuni um vanlukkuna við Lauru og Immanuel høvdu vit part av frásøgn hjá Dáva Jacobsen um hansara minnir, tá pápin Per gekk burtur við Immanuel. Á samkomuni 17. apríl hevði Dávur eina framløgu, sum lýsir hetta enn betur. Tann Lea, sum Dávur vísir til, er eldra systirin. Dávur segði millum annað:
Nú eingin pápi var máttu vit øll hjálpa til í húsinum. Sum dømi um hetta byrji eg við biskuitkassanum. Mamma gjørdi mær fetil í kassan at bera kol frá vegnum niðri við missiónshúsið og niðan til okkara. Eg var tá umleið sjey ár og kundi á hendan hátt eisini gera eitt sindur av nyttu.
Hvat fingu vit at eta?
Lea minnist ilt aftur á rugmjølsgreytin. Tá einki var til matna, var tað rugmjølsgreytur. Vit, sum áttu mjólk, og tað áttu vit næstan altíð, fingu mjólk útyvir. Men Leu dámdi ikki mjólk. Tað lá til Niðaragerðisslagið, so hon fekk sirupsvatn í staðin.
Lea minnist eisini, at tað hendi seg, at hon fór í song og visti, at tað var ikki breyð í húsinum. Hon fylgdi væl við og bar orð fyri at vera stúrin sum barn. Men tá ið vit komu upp um morgnarnar at fara í skúla var altíð okkurt til matna. Mamma fór tíðliga upp, so hon hevði bakað okkurt, ein drýl, ein pannudrýl ella okkurt tílíkt. So vit fingu altíð okkurt til matna, áðrenn farið varð í skúla.
Eitt, sum nógv varð etið av, var rotaði seyðabein. Tað minnist eg væl. Vit tóku nakað av spiltum hoyggi, sum vit skavaðu upp av gólvinum í hoyggjhúsinum og løgdu beinini í hetta vána hoyggið. Tá tey høvdu ligið passaliga leingi, mátaliga rotin, so ullin var leys av beinunum, vórðu tey strokin og vaskað. Og so vórðu tey nýtt til bót í súpan og mjøl út í. Eini fýra til seks bein fóru í pottin hvørja ferð, so ótu vit skinnið av beinunum afturvið. Hetta hildu vit vera góður matur,
Meðan Johan Dávid, abbi, livdi, manglaði ongantíð døgurðamatur. Lea minnist, at hann hevði tunnu við grind og spik í hjallinum, sum vit fingu loyvi at taka av. Hann doyði bara alt ov ungur í 1933, bert 68 ára gamal.
Omman orkaði ikki fleiri jarðarferðir
Lea minnist eisini dagin, tá ið abbi fór til gravar. Hon sá, at omma sat í trappuni í gongini hjá teimum. Tvær av døtrum hennara stóðu hjá henni. Hon var so ússalig, og hon bønaði tær um at lata seg vera eftir. Hon orkaði ikki út á Glyvrar, har kirkjan og kirkjugarðurin vóru. Tær báðar systrarnar tóku kortini undir hvønn sín arm á henni. Tær mestsum bóru hana út og leiddu hana oman á koyrivegin.
Ei undur í, at hon var ússalig. Hon hevði mist eina dóttir, Elsu Mariu, í 1924, bert 32 ára gamla. Hon doyði eftir at hava átt tvíburðar. Annar var deyðføddur. Umleið 14 dagar seinni doyði Elsa Maria, og upp aftur tríggjar vikur seinni doyði hin tvíburðin. Í 1932 missir hon tríggjar synir, og í 1933 doyði maðurin knappliga av blóðeitran. At síggja ommuna so veika, setir seg í minnið á einum barni sum hjá Leu. Tað var ikki nóg mikið við tí. Í 1939 doyði sonurin Meinhard av nýrasjúku. Eftir sat einkja við tveimum børnum. Og í 1941 doyði enn ein sonur, Christian, sum fórst við Mariu Mærsk. Hon misti níggju av sínum nærmastu, mann, børn og ommubørn eftir 17 árum.
Eg haldi, at Sunnuva omma var serliga góð við meg. Kanska tí, at eg æt eftir abba. Mangan rópti hon meg inn til teirra. Eg minnist serliga rómastampin, eg fekk frá henni. Kúgv høvdu bæði húsini. Tær stóðu í kjallaranum. Vit kallaðu tað í fjósinum, tá ið vit sópaðu.
Tilda fastir, sum var ógift, hevði seymistovu beint yvir fjósinum, so tað luktaði rættiliga illa uppi hjá henni. Hon róptu mangan á okkum, Leif og meg, tað vóru vit, ið sópaðu, at skunda okkum og at lata hurðina standa opna út í tún. Hetta hildu vit vera fjas, vit føldu ongan ringan lukt!
Fyrsti skúladagur
Mín fyrsta skúladag minnist eg sum tað var í gjár. Eg fylgdist við Leif og Edmund í Grund. Tað kann verða nevnt her, at Leif var sonur Elsu Mariu, dóttir Sunnuvu, sum doyði í 1924, sum áður greitt frá. Teir vóru fýra ár eldri enn eg. Eg gekk millum teir báðar eftir gomlu bygdargøtuni, vegur var eingin, heim til Húsar (Heimbø), og so niðan gøtuna í skúla. Eg minnist bara gott aftur á skúlaárini. Vit høvdu Helenu Bjarnadal til lærara øll míni skúlaár. Eg kann ikki annað enn rósa henni.
Vaskaðu í landi
Innanhýsis vóru tað mamma, Elmar og eg. Mamma bant troyggjur, vøttur og hosur, sum hon seldi í handlinum fyri at fáa nøkur oyru at keypa fyri. Elmar og eg skuldu so karða og spinna. Eg haldi, at ullina mundi hon fáa frá Óla Jákup, mammubeiggja, sum var bóndi. Ullin skuldi vaskast, tað gjørdi hon altíð sjálv. Lúturin var heitt vatn, land, soda og grønsápa. Baljan stóð tætt við ánna sunnan fyri húsini. Roykurin av landi og skitnari ull stóð upp úr baljuni. So varð ullin kastað á eina hellu í ánni, og so vit at ganga uppi í henni, meðan vatnið rann gjøgnum hana, inntil ikki sást, at nøkur sápa kom úr henni. Og rein var ullin! So varð hon hongd á ein stóran stein, ið stóð tætt við ánna at turka. Eg skuldi blanda, mest samfingið. Tað gekk so sum so. Eg royndi at karða til spinningar, men tað gekk verri. Elmar spann, tað dugdi hann sera væl, sum alt hann hevur tikið sær fyri. Men tað sum eg karðaði klagaði hann um. Tað var ikki spinnandi, og tað endaði við, at mamma mátti karða alt um aftur. Elmar hevði eitt sjáldsamt hegni at spinna. Hann var ikki meira enn 9-10 ár, tá ið hann spann alt tað, sum mamma bant. Hann spann við ”lítlastrá”. Stóð við køksborðið, stráið var fest í kantin, og so stóð hann og spann.
Ikki hevur hann verið stórur maður. Líkur pápanum í vøkstri siga tey, sum minnast hann. Sum hann stóð og spann, var nøsin árakað borðkantin. Tað var eitt serligt forhold millum mammu og hann, og tað var tað, líka til hon doyði.
Elmar hevur eisini víst sítt góða handalag sum grótlagari, og tað eru nógvir garðar, sum eru minni um hann. Hetta hegnið hevði hann ikki frá fremmandum. Jóhan Dávid, abbi, var tiltikin góður grótmaður og somuleiðis góður træsmiður.
Sild
Á Skálafjørðinium var tá ofta nógv sild, og sild áttu vit oftast, tað eg kann minnast. Vit ótu feska sild og saltaða sild. Okkum dámdu so ómetaliga væl speygusild. Lea sigur, at sær dámdi so væl sild, at um sildin var gomul og var farin at trána, át hon kortini sildina við góðari lyst.
Ynskti pápan hjá Martin og Páll
Eitt sindur um ein býttan smádrong. Eg øvundaði Páll og Martin inni í Grund. Martin var hálvt ár eldri enn eg, og Páll var eitt ár yngri, so vit vóru oftast saman. Teir sluppu við pápa sínum til mangt, sum eg ikki slapp. So sum at fara í bát. Teir áttu tveir bátar, ein lítlan árabát og ein stóran maskinbát. Mangt annað sluppu teir eisini við pápa sínum. Eg veit, at eg hugsaði meira enn eina ferð um, hvussu tað hevði verið um Sámal Petur, pápi teirra, var pápi mín. Sámal Petur var í mínum eygum alt tað, sum ein pápi átti at vera. So var tað eisini nærmasta hús, har hann búði, og eg sá hann dagliga, tá hann var heima frá skipi. Men eg rendi meg altíð í ein trupulleika. Skuldi Sámal Petur vera pápi mín, so mátti Hansina, kona hansara, vera mamma mín. Tað kom ikki upp á tal. Mammu vildi eg ikki býta um við nakað, so mátti eg heldur avskriva Sámal Petur sum pápa. Soleiðis hugsaði eg sum smádrongur um at útvega mær ein pápa. Eg saknaði pápa sárt, inntil eg sjálvur fór at arbeiða millum menn.
Tað var eitt sum mamma onkuntíð segði við meg, tá eg skikkaði mær illa: »Minst til, tú ert elstur, og sum tú gert fara beiggjar tínir at gera.« Tað dámdi mær ongantíð at hoyra.
Ein hending av fleiri líknandi er um, tá ið Jakku, Hans David, Josva og eg vóru á Lambavík og dyrgdu. Vit komu seint heim, høvdu fingið nógvan seið og kruvdu um náttina. Eg var níggju ár, fyrstu ferð eg slapp við. Ella tá Jakku mammubeiggi smíðaði mær orv og líggja, eisini tá eg var níggju ára gamal. Hann kom við mær í bøin, lærdi meg at halda orvinum og at brýna líggjan. Ella tá eg slapp at velta við Óla Jákup, mammubeiggja, og dreingjunum hjá honum. Tá føldi eg meg sum mann.
Gudsóttin
Eg skal eisini kom inn á tað, sum hevði størstan týdning fyri hesar einkjur, og tað var teirra gudsótti. Allar einkjurnar her í bygdini og teirra menn hoyrdu til (brøðra)samkomuna í Elim.
Flestu teirra vóru eisini í ætt. Teir tríggir brøðurnir í Niðaragerði vóru systkinabørn við Sámal í Klova og Tummas á Lygnesi. Oluffa, gift við Sámal, og Gusta, gift við Per, pápa, vóru systrar. Jørgina, kona Óla Poulsen var systirdóttir teirra. Mamma hennara var gift við Jákup Hendrik, sum var pápi Helenu og Konstansu. Lena var kona Sámal skiparan. Georg, maður Konstansu, var aftur systkinabarn Oluffu, Gustu og Sannu. Karolina, einkjan eftir Dídrik á Gjaranesi var systir Sámal í Klova og var sostatt systkinabarn brøðurnar í Niðaragerði og Tummas á Lygnesi. Somuleiðis í Byrginum. Søren, pápi teir tríggjar sum fórust við Immanuel, og kona Jóan Karl á Lambareiði vóru systkinabørn. Hon var mamma Jørgen.
Gott samanhald
Tað var sagt, at ”baptistarnir” vóru so góðir við síni og hildu so væl saman. Tað vóru eisini so nógv prógv fyri hesum. Men tað vóru eisini so mong onnur sum hjálptu.
Lea systir, hon er hálvfjórða ár eldri enn eg, minnst at Ludvig Poulsen, ein leiðandi bróður í Ebenezer og handilsmaður í Havn, vitjaði mamma. Hann er neyvan komin tómhentur. Tað sama greiddi Mia, einkja eftir Sofus Solmunde, frá. Somuleiðis komu Jóan Karl á Skála, Victor og Rikka Danielsen og Per og Poulina uppi í Toft fyri at nevna nøkur dømi. Havi fyrr nevnt posarnar við saltmati, sum kundu liggja á trappuni, tá vit komu upp. Onkur maður afturkomin av skipi hevði lagt hann. Havi fyrr nevnt onnur dømi um hjálpsemi. Eg havi seinni fingið at vita, at handilsmaðurin í bygdini drálaði ikki við at strika skuld, tá tað stóð á hjá fólki í trongstøðu.
Systrarnar sungu saman
Systrarnar, sum mest hildu saman, vóru Luffamostir og mamma. Tær høvdu báðar mist mannin. Eg minnist ikki, hvat tær tosaðu um, men eg minnist, hvat tær plagdu at syngja. Serliga mamma hevði eitt gott mál. Ein av sangunum var: »Rann aldri grátur kinnum á, var rósan tornafrí, hvør lætt, hvør lætt vit gloymdu tá várt heim Guds ríki í«. Sangurin hevur fýra ørindi og millum hvørt versið kundi hon hava onkra viðmerking. So var við øllum hon sang. Ein annar var: »Inn í gyltan sal millum einglatal, skjótt tey frelstu ganga inn. Gloymd er sorg og sút, krúnur býtast út, tá tey frelstu ganga inn.«
Hetta var teirra troyst, at tað var nakað betri í væntu, tá øll skulu møtast aftur og gloymd er sorg og sút.
Triði sangurin eg skal nema við er: »Á heimland, á heimland! Ei einslig hjørtu har, ei ótti og ei angist, ei grátur er í tær, sum lítla barnið grætur at vera móður hjá, so lengist mínum hjarta á heimland teg at sjá, Á heimland! So tunt hitt tjaldið er, títt ljósa summar skilir frá hesi køldu verð.«
Spell ikki at minnast viðmerkingarnar, hon hevði til hvørt versið, hon hevði sungið, men tað er farið í gloymskuna.
So er brot úr sangi eg minnist, og sum mangan var havt á munni. »Á sælur tá hann, sum tá alt annað svann, átti Jesus og trúi á hann!« Her nýtist eingin viðmerking. Hjá teimum var eingin ivi um, at leiðin bar heim. Og á teirri leiðini var einki skipbrot.
Beinleiðis eftirkomarar eftir teir, ið fóru, eru við at doyggja út. Teir yngstu eru Per, bróðir mín, Sámal hjá Helenu og Óluva hjá Jørginu. Hesi vóru ikki fødd, tá páparnir fórust og hava mammurnar tískil gingið við teimum, tá vanlukkan hendi. Tey fylla øll 75 ár í ár og eru øll uppkallað eftir pápunum.
Hetjur til mammur og pápar
Tað hevði uttan iva mangt verið øðrvísi, um páparnir hjá okkum høvdu livað, men eg tori at siga, at vit hava øll átt hetjur til mammur. Og tíbetur, sorg arvast ikki.
Vit minnast teir, ið fóru, við hávirðing. Teir vistu betur enn nakar annar, hvussu veikt og lítið farið var, sum teir fóru við. Kortini fóru teir, tí tað galt teirra kæru, sum heima vóru.
Okkara tankar eru eisini hjá teimum, sum sita eftir teir, sum fórust við Lauru.
Vit drýpa høvur og minnast teir ið fórust, og vit takka fyri, at vit áttu slíkar hetjur til fedrar.
Má tann góði Gud signa øll, sum komu higar í dag, eins og tey, har tað ikki lá fyri at koma.
Harðar vóru lagnurnar
Nógv av teimum sum mistu við Immanuel vóru eisini rakt á annan hátt. Dávur Jacobsen hevur greitt frá lagnuni hjá ommu hansara. Her skulu nevnast onnur dømi um tað sama.
Margretha og Sørin mistu ein son sum 18 ára gamlan. Tann elsti sonurin, Jóhannes, doyði 30 ára gamal eftir at hava havt spansku sjúku. Eftir hann sótu kona og trý børn. Tað elsta var fimm ár. Tríggjar synir mistu tey við Immanuel, og tann sonurin sum livdi eftir, Hans Marius misti 29 ára gomlu konuna frá fimm børnum, og oman á hetta misti dóttirin Hansina mannin, Sámal Erik Djurhuus, og hon sat eftir við 12 børnum.
Ein av monnunum við Immanuel var 19 ára gamli Hans Andreas Hammer, sonur Katrinu, av Kinn í Lamba og Marius, ættaður úr Elduvík.
Tey mistu aftur ein son Jens Christian við Tór 2 í 1942, tá hann var torpederaður av týskum kavbáti. Her fara vit at endurtaka frásøgnina sum Malmberg Simonsen, ið var ein av teimum trimum, sum yvirlivdu, um seinastu løtuna hjá Jens Christian:
»Tá kom hann, sum hevði útkikk á stýrhústakinum niður í lugarið. Hetta var Jens Christian Hammer í Søldarfirði. Hann tók ta føroysku heimamissiónssangbókina og blaðaði upp og fór at syngja: »Jesus navnið aldri bliknar, slítist ei av tíðartonn.« Hann sang hann at enda, og tá hann lat bókina aftur – eg síggi hann fyri mær enn, hóast tað eru meira enn 60 ár síðani – og hann legði bókina inn aftur á hillina – tá brast!«
Frammanundan høvdu tey mist sonin Adrian, einans fimm ára gamlan, og í 1946 doyði Kristoffur av tuberklum, bert 22 ára gamal.
Helena, kona skiparan Sámal, misti mannin og tveir svágrar. Napoleon beiggi hennara flutti síðan inn at búgva. Helena segði, at hann var so góður og stillførur. Men í 1934 sló hann út av havnarskipinum Marité, bert 22 ára gamal. Tá reiv sorgin upp aftur, ikki minst tá klæðini kom heim um heystið. Seinni fekk Helena ein son í seinni giftu, og hon kallaði beiggjan upp. Og so merkiligt var tað, at hann doyði eisini í góðum árum.
Seks av teimum níggju einkjunum giftust aftur, og tær blivu allar einkjur aftur.
Bíðingin
Tað ringasta í støðu sum hesi var bíðingin í óvissu. Skipini vóru væntað heim eina ávísa tíð. At tað gingu nakrir dagar og kanska vikur út yvir tíðina var ikki so løgið. Tað kundi altíð var ein orsøk fyri seinking, sum t.d. veður. Evald Samuelsen greiddi frá í sambandi við 50 ára minningarhaldið, at hildið var at ein orsøk til seinkanina hjá Immanuel kundi vera, at seglini vóru skrædnað, og at teir nú lógu og bøttu tey aftur. Ella kanska var motorurin í ólagi!
Sum frá leið máttu hugsast aðrar frágreiðingar, sum vóru meira og meira veruleikafjarar. Tað ringasta var, tá tað í onkrum førum fóru at ganga leysatíðindi um, at skipini vóru sædd og einki var í hesum. So hendi eisini tað, sum vit greiddu frá í fyrru Miðvikuni um hetta evni, at skip kom inn eftir fjørðinum, sum í fyrsta umfari var hildið at vera eitt av saknaðu skipunum. Tá tað vísti seg at vera heilt onnur skip, vendi vónin til svartasta vónloysi.
Í bókini hjá Erlingi Poulsen um Lauru og Immanuel hetta evni verður greitt frá, at ein dóttir Lisu Mariu og Jóan Karl á Lambareiði plagdi nærum hvønn dag at verða send saman við eini systir til Søldarfjarðar at vita, um tey einki høvdu frætt frá Immanuel.
Ein dagin, tær høvdu verið í Søldarfirði, skiltu tær, at nú væntaðu tey ikki longur, og at øll vón var úti. Hendan dóttirin hevur greitt frá, at tær vóru so ringar, og tær høvdu ikki mót at fortelja mammuni, hvussu vorðið var, so tær settust uttan fyri húsini at gráta, tá tær komu aftur. Tær høvdu mist pápa og beiggja.
Eivind Niclassen greiddi frá á 50 ára minningarhaldinum, at hann var 14 ár, tá vanlukkan hendi. Hann mintist eisini ta nívandi sorg, ið legðist á foreldur hansara, tí dóttir teirra Lena var gift við einum teirra, sum var við Immanuel. Eitt kvøldið segði pápi Eivind við mammuna, at í morgin fari eg til Søldarfjarðar eftir Lenu. Nei, segði mamman, bíða eitt sindur, kanska fara teir at koma. Men tað var skjótt eftir hetta, at tað gjørdist greitt, at her var eingin vón, og tá fór pápin eftir Lenu, og hon kom við honum til Sørvágs. Maður hennara var Sámal Petur Solmunde, og tey áttu trý børn.
Hon giftist uppaftur við Hans Marius Solmunde, beiggja Sámal Petur, sum hevði mist konuna frá fimm børnum.
Nógvar aðrar líknandi vanlukkur
Nú hava vit gjørt nokk so nógv burtur úr at lýsa vanlukkuna við Immanuel. Men tað vóru nógvar aðrar líknandi vanlukkur. Nakrar vóru lýstar í røðini um Dinnufíu, aðrar hava verið lýstar í FF-blaðnum og aðra staðni. Hjá øllum sum vóru rakt var støðan eins vánalig. Bert sum dømi kann nevnast, at longu í 1934 fórust aftur tvey skip í einum illveðri. Tað vóru Nólsoy og Neptun við 43 monnum. Tá vóru bygdirnar Hósvík og Mykines uppá seg sera hart raktar.
Vit kunnu enda við at siga, at okkara frásøgnir um Immanuel er eins væl skrivaðar til minnis um allar teir, sum eru farnir og um tey, sum sótu eftir.