Super Dekk-kvøld

Fríggjakvøldi 16. apríl 2004 helt Dekksølan "Super Dekk" ein kunningarkvøld - eitt "seminar" um dekk á Hotel Føroyum fyri innbodnum viðskiftafólki

Fyrst var ein góður biti eitin, og til borðhaldið var undirhald og skemt við frálíka skemtaranum Hera Simonsen. Síðan kunnaðu sølustjórin og tekniski stjórin hjá GoodYear um nýggja og kollveltandi regndekkið "HydraGrip" frá GoodYear, sum er sera væl egnað til føroysk viðurskifti.

Motorblaðið hjá FDM skrivar um HydraGrip í sínum seinasta blaði (Motor nr. 4 apríl 2004): "FDM hevur roynt nýggju dekkini, og tey hava týðiliga megna at standa betri føst á vátum vegi. Bilurin við HydraGrip dekkunum stóð púra fastur meðan bilurin við hinum dekkunum fór ein metur til síðuna.

Fyrsti partur av kvøldinum endaði við, at eitt gávukort á 6.000 kr til eina uttanlandsferð var burturlutað.

Kvøldið endaði í Bowlinghøllini, har kappast var um eitt sett av dekkum og tvey gávukort.

Kvøldið var, sum vera man, bæði áhugavert og undirhaldandi, og fólk vóru sera glað fyri at vera við.