“Super Pippo” setti met

Í gjárkvøldið varð bólkur D í Champions League avgreiddur, hetta tí at Milan skal leika í kapping fyri HM fyri lið í næstu viku. Milan tóku móti skotska Celtic og Filippo Inzaghi var eirindaleysur

FÓTBÓLTUR

Filippo "Pippo" Inzaghi, (føddur 9. August í 1973, í Piacenza) er ein spælari, ið hevur vunnið HM, og sum í løtuni spælur í italska Serie A felagnum AC Milan og fyri Italia.

Hann var deildur methaldari, saman við Gerd Müller, fyri mest mál skoraði í officiellum Europeiskum fótbólts kappingum við 62 málum, men í gjárkvøldið skoraði hann aftur og er nú einsamallur við metinum.

Milan vann dystin, men Celtic kom hóast alt víðari úr bólkaspælinum, hetta orsakað av at Shakhtar tapti sín dyst móti Benfica.

Hvør er Inzaghi

"Pippo" byrjaði at spæla fyri barndómsfelagið Piacenza Calcio, tá hann var tannáringur í 1991, men har fekk hann bert tvær ferðir kjans á vøllinum, áðrenn hann varð læntur út til Seriu C1 liðið, U.C. Albinoleffe, har hann imponeraði við at skora heili 13 mál í 21 dystum. Í 1993, flutti Inzaghi til Seriu B liðið, Hellas Verona og skoraði 13 mál í 36 dystum. Tá hann so kom aftur til Piacenza, skoraði hann 15 ferðir í 37 dystum og vísti øllum, at hetta var ein spennandi ungur leikari.

Fyrsti Seriu A dystur

Inzaghi fekk sín fyrsta dyst í Serie A, tá hann flutti til Parma F.C. í 1995, men tá skoraði hann bert tvær ferðir í 15 dystum. Hann flutti til Atalanta B.C. árið eftir, har hann endaði sum Capocannoniere (blaðm. toppskjútti í Seriu A) við 24 málum. Men skjótt var hann ávegis vekk, enn eina ferð til hansara sjeynda felag innan sjey kappingarár, hesaferð til Juventus F.C. Hann, Alessandro Del Piero og Zinedine Zidane, vóru í essinum í fýra ár, tá teir veruliga fingu spælið at koma í hægri hæddir. Hetta var samstundis longsta tíðin hjá Inzaghi í einum felagi. Juventus vann Scudetto (italska blaðm. meistaraheitið) í kappingarárinum 1997-98, men taptu but 1-0 í Champions League finaluni móti Real Madrid.

Á bonkin

Hóast heili 57 mál í 120 dystum fyri Bianconeri, mátti Inzaghi taka til takkar við einum plássi á bonkinum, tá felagið keypti David Trézéguet, og hann flutti so til A.C. Milan undan kappingar árinum 2001-02, men har meiddi hann sær knæðið og misti helvtina av kappingarárinum. Tá hann kom fyri seg aftur, megnaði hann saman við Andriy Shevchenko, at skapa eitt vandamikið álop, og skjótt hevði hann eina rúgvu av sigrum og heiðuri at vísa á fyri Rossoneri.

Millum sigrarnar var Champions League finalan 2002- 03 – har Milan vann móti hansara fyrrverandi liði, Juventus við brotsparkskapping – saman við Coppa Italia í 2003 og Scudetto í 2003- 04

Inzaghi tóktist endaliga at vera sloppin av við afturvendandi knæskaðarnar hjá sær, ið høvdu forðað honum so nógv ígjøgnum tvey ár, samstundis sum hann endurfann máltevið, tá hann skoraði 12 mál í 22 dystum í Seriu A í kappingarárinum 2005-06, umframt at hann eisini skoraði fýra mál í fimm dystum í Champions League, hetta sama ár.

23. mai 2007, í Champions League finaluni, skoraði Inzaghi bæði málini hjá Milan í teirra 2-1 sigri móti Liverpool F.C. ið var ein endurtøka av finaluni í 2005.

- Tað hevur verið ein dreymur hjá mær, síðan eg var heilt lítil, at skora tvey mál í einari finalu, og tey sum eg skoraði í gjárkvøldið vóru tey bæði týdningarmestu í mínum lívi. Tað var ein ógloymandi dystur, og tað er nakað, ið eg aldri fari at gloyma, og tvey mál í finaluni, tosa sína greiðu søk, segði Filippo Inzaghi eftir dystin í summar.

Met í europiskum kappingum

Inzaghi varð fyrsti spælarin, ið skoraði tvey Champions League hat tricks (bæði við Juventus) tá hann skoraði eina treble í teirra bólkadysti móti Hamburger SV, dysturin endaði 4-4; hansara fyrsta var í 4-1 sigrinum móti Dynamo Kiev í 1997-98 kvartfinaluni. Hann er í løtuni mest skorandi italski leikarin í søguni hjá europeiskum kappingum.

Hann skoraði sítt 62. Europeiska mál, og 33. samlaða fyri Milan, í 3-0 sigrinum móti Shakhtar Donetsk í CL bólkaspælinum í ár. Hetta bragd fekk hann ájavnt Bayern München legenduna Gerd Müller, á all-time skorings listanum í europeiskum kappingum.

Sagt um Inzaghi

Hansara stuðlar hava effektivt givið honum navnið Superpippo or Superpippo Inzagol í hansara bestu árum. Superpippo er italska heitið á einum Disney figuri.

Navnframi Johann Cruyff hevur sagt um Inzaghi:

- Í veruleikanum dugur hann ikki at spæla fótbólt, men hann hevur nøkur merkilig evnir, altíð at vera á røttum stað.

Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson segði einaferð

Pippo Inzaghi er føddur í eini Off-side støðu.