Super Shark til útlendskar rækjutrolarar

Á lemmavirkinum hjá Sp/f Rock í Vági hava teir í seinastuni arbeitt til á midnátt onkrar dagar.

Á lemmavirkinum hjá Sp/f Rock í Vági hava teir í seinastuni arbeitt til á midnátt onkrar dagar.

 

Flutningurin, sum vit síggja á viðheftu mynd, er lemmar av slagnum Super Shark 12 m², sum eru framleiddir til ein russiskan rækjutrolara. Við er eisini rulluvekt, sum vigar 6800 kilo.

 

Petur Symphor Kjærbæk, sølumaður hjá Sp/f Rock, sigur, at lemmar og vekt verða send til Tromsø í Noregi, haðani trolarin kemur eftir útgerðini.

 

- Tað er ymiskt, hvussu nógv arbeiði er í smiðjuni, men seinastu tíðina hevur nógv verið at gera, og seinastu tvær vikurnar hava vit havt langar dagar, onkrar dagar heilt til á midnátt.

 

- Í vikuni hava vit eisini sent eitt sett av Super Shark 15 m² lemmum og eina vekt á 9400 kilo til Reykjavíkar.

 

Petur Symphor Kjærbæk sigur, at henda sending skal til rækjutrolara, sum er keyptur úr Grønlandi og skal fiska rækjur við Svalbard og í Barentshavinum.