Superbólkur í Miðbýnum

Leygardagin 20. apríl klokkan 16 er verdur at seta í kalendaran, tí tá fer nýstovnaði superbólkurin Chearman á pall við teirra tónleiki.

 

Teir fara at royna seg við talarastólin Speakers Corners aftan fyri Eik í miðbýnumí Havn, og konsertin er heilt ókeypis.

 

Menninir aftanfyri Chearman eru Magnus Ingason og Ingi S. J. Teir eru vinmenn og ganga við lív og sál upp í tónleikin.