Floglíkindini í Vágum fyrr í dag hava eisini havt sína ávirkan á Fjarðafestivalin Hetta merkir, at skotski bólkurin Superhero, sum eftir ætlan skuldi spæla á Fjarðafestivalinum í kvøld, ikki spælir í kvøld.
Fyrireikararnir royna tó at skipa skránna í morgin soleiðs, at Superhero koma á pall tá ístaðin, so fólkini á Fjarðafestivalinum ikki verða snýtt fyri eina konsert.
The Isaacs eru fyri kortum komnir til Skálabotn, og teir fara á pall nú hvørja løtu, og annars koyra tiltøkini sum ætlað, tó trý umleið trý korter aftanfyri skránna.