Superveteranur við Havnarbátinum

30 ár eftir at hann fyrstu ferð var við 10-mannafarinum úr Havn, skal Toni R. Dam aftur í eldin

 

Tað verður ein farri av nostalgi yvir róðrinum, tá 10-mannaførini í dag fara at kappast á jóansøku.

Millum teir, sum manna Havnarbátin í dag, er nevnliga Toni R. Dam, sum má roknast millum superveteranarnar innan føroyska kapprógving.

Fyrstu ferð, at hann róði við 10-mannaførum, var í 1985, tá tað endaði við silvurmerkjum í FM-kappingini. Leygardagin er hann aftur partur av manningini á Havnarbátinum, sum skal royna at minka um munin upp til Drekan Reyða og Klaksvíking.

Fyrraárið var Toni eisini partur av væl royndu manningini á Havnarbátinum, men í ár er hann einsamallur eftir av temum heilt royndu.