Support Faroese Independence í Gøtu

At eiga seg sjálvan og suverenitetur hjá tí einstaka verður millum annað á skránni, tá fyrilestrar og kjak verður í Gøtu í kvøld. Unga Tjóðveldið og Petur Pólson skipa í kvøld fyri Support Faroese Independence kvøldi í Eysturoy.

 

Support Faroese Independence er eitt átak, ið Petur Pólson og Unga Tjóðveldið standa saman um í samband við fløguútgávuna hjá Peturi fyri kortum, tá hann gav út fløguna Tokyó.

 

Klokkan 20 í kvøld verður stevna sett øllum áhugaðum, og fer Petur Pólson at greiða frá um SFI.

 

Eisini fer Jón Tyril at greiða frá um at eiga seg sjálvan og suverenitet hjá tí einstaka, umframt at Maria Kristina Smith heldur røðu vegna Unga Tjóðveldið.

 

Eisini verður frítt kjak.