Supra aftur í Føroyum

Framúr sportsbilurin hjá Toyota fæst nú aftur her á landi

 

Toyta Gazoo Racing hevur staðið fyri menningini av nýggja Toyota Supra. Menningin er ikki skapt við atliti til vanliga føraran og plássi fyri familjuni. Einvíst fokus hevur verið á kensluna hjá føraranum handan róðrið.

Og talan er veruliga um klassikara, sum er bygdur í andanum hjá Supra. Síðani fyrsta útgávan av Supra sá dagsins ljós í 1967, hevur talan verið um væl sniðgivnan bil við einum sterkum 6-sylindraðum motori undir hjálminum. Einum bili, har bakhjólini verða nýtt til framdrift, og sum tí hevur heilt serligar koyrieginleikar.
Við 3,0 litra stóra motorinum hevur bilurin 340 hestar og eitt moment upp á heili 500Nm. Hetta gevur eitt framúr upptrekk, sum sendir bilin frá 0-100 upp á 4,3 sekund, og har nálin ikki steðgar, fyrr enn hon er komin upp á 250 km/t.