Súsanna farin oman á Vaglið

Fyrrverandi stjórin í Løgtinginum er nú fyribilsstjóri hjá Tórshavnar Kommunu

Tórshavna kommuna hevur í dag sett Súsonnu Danielsen sum fyribilsleiðara í Heilsu- og umsorganartænastuni,

 

Hon tekur við eftir at leiðarin, Meta av Fløtum, fór frá nú ein dagin, og eftir ætlan verður Súsanna Danielsen leiðari hesar næstu fýra mánaðirnar til nýggjur leiðari er settur.

 

Súsanna Danielsen er fyrrverandi løgtingsstjóri og hevur eisini aðrar drúgvar leiðsluroyndir í landsfyrisitingini.

 

Høvuðsuppgávan hjá henni hesa tíðina, verður at tryggja, at tær bygnaðarligu tilgongdir, sum settar eru í verk í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum frá landinum, koma á mál, sigur býráðið.

 

 Tórshavnar kommuna fer væntandi lýsa starvið sum leiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni leyst fyri jól.