Suzuki Baleno sum hatchback

Ein nýggjur Suzuki Baleno er ávegis og kemur á marknaðin í summar.

 

Suzuki Baleno var fyri nøkrum árum síðan á marknaðinum sum sedan við fýra hurðum.

 

Nýggi Baleno er umleið somu stødd sum Suzuki Liana, tó nakað styttri og breiðari. Eins og Liana er nýggi Baleno ein hatchback við 5 hurðum. Í mun til støddina er Baleno ein rúmligur bilur við 355 litra viðførisrúmi.

 

Baleno fæst við nýggjum turbo bensinmotorum og eisini sum hybridbilur. Við nýggjum motorum er Baleno ein økonomiskur bilur, sum koyrir upp til 25 km/l.

 

Designið er smart og aerodynamiskt við lágari luftmótstøðu. Suzuki Baleno er væl útgjørdur við so gott sum allari útgerðini sum standard.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/