Suzuki Swift til evropearar

Suzuki Swift er nú komin á marknaðin í nýggjum hami, og tað er ikki hissini hamur ið er lagdur uttan um alla ta nýggju Suzuki-tøknina. Hann er bæði smartur og "frekkur" í útsjónd. Designið er beinleiðis til europearar. Swift verður gjørdur við trimum og fimm hurðum

Suzuki er mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár, eins og hann eisini er ein bestseljari í Danmark. Nú eru teir so komnir á marknaðin við einum nýggjum Suzuki Swift, og sum altíð er Johs. Berg fyrst við tíð nýggjasta. Føroyar verða nevniliga ímillum heimsins fyrstu lond at seta gongd á søluna av nýggja Swift.

Fyrstu ferð Swift kom á marknaðin var í 1983, og hevur hann verið á marknaðinum til fyri kortum. Onkrar smærri broytingar hava verið millum ár og dag. Nú kom so endiliga ein heilt nýggjur Swift, ið er designaður beinleiðis til evropeiska marknaðin.

Bilurin er bygdur yvir konseptbilin Concept-S2, ið var sýndur fram á fleiri altjóða bilaframsýningum í fjør.

Nýggi Swift er á leið í somu stødd sum forgangarin, men er bæði hægri, breiðari og munandi rúmligari. Eisini aksilfrástøðan er longri.

Bilurin hevur annars einki við forgangarin at gera. Alt er betri, bæði kvaliteturin og trygdin eru nú á munandi hægri støði, serliga kvaliteturin í kabinuni. 6 airbag eru nú standard, eins og t.d. koyritelda, fløguspælari ið kann stýrast við knøttum á rattinum, og 15" hjól. Koyrieginleikarnir eru fult á hædd við tað, vit kunnu vænta av einum nútímans bili til evropeiska marknaðin.

Swift fæst við tveimum ymiskum bensinmotorum: 1,3 litur við 92 hk og 1,5 litur við 102 hk. Av standardútgerð kunnu vit m.a. nevna ABS bremsur við EDB, 6 airbag, elektriska servostýring, el-síðurútar, el-síðuspegl við hita, og innbygt radio við fløguspælara, ið kann stýrast frá rattinum.

Swift verður í fyrsta umfari gjørdur sum hatchback við trimum og fimm hurðum.
Komandi ár kemur ein Swift í sportsútgávu, og um tvey ár kemur eisini ein cabriolet á marknaðin. Seinni kemur eisini ein dieselútgáva.

Prísirnir byrja við kr. 139.990 fyri ein Swift við 3-hurðum og 1,3 litur motori.

Satt at siga hetta líkist av einum vinnara í flokkinum.


Suzuki Swift 1,5 Hatchback 5/h

Motorurin 1,5 litur 4 syl. bensin 102 hk

0-100 km/t 10,0 sek

Bensinnýtsla 15,4 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd 185/60-15

Stødd og vekt
Longd 369,5 cm
Breidd 169,0 cm
Hædd 150,0 cm
Eginvekt 950 kg
Viðførisrúm 213 litrar

Prísur kr. 154.990,-

Søluumboð Berg Motors
Staravegur
FO-100 Tórshavn
Tel. 313535