Svínakrím á løgtingi

- H1N1 er eitt krím, sum er veikari og minni krevjandi enn vanligt influensakrím, men sum kortini hevur fingið allan tann ríka heimin á føtur, segði Jenis av Rana, løgtingsmaður og kommunulækni

Løgmansrøða

 

Undir viðgerðini av løgmansrøðuni nam Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum eisini er kommunulækni, við H1N1-virusið, sum eisini verður rópt svínakrím.

- Sjálvt mætastu statsleiðarar kenna seg hóttar av hesum evarska lítla virusi. Teir royna at krógva seg, renna undan, tosa um at steingja skúlar og brúka miljardir uppá koppingarevni, sum ikki finst og heilivág, sum lítlan og ongan virkna hevur.

Jenis av Rana helt, at H1N1-virusið fram um alt avdúkar ein grundleggjandi trupulleika – fyri ikki at siga kynismu – sum alheims politiska skipanin við ríku londunum á odda rekur.

- Hetta er eitt krím, veikari og minni krevjandi enn vanligt influensakrím, sum fær allan tann ríka heimin á føtur. Hópur av peningi verður játtaður til at basa fimm (5) sjúkradøgum, meðan veruleikin í heiminum anno 2009 er, at hvønn dag doyggja sjúk í tíggjutúsundatali av sjúkum, ið bæði heilivágir og koppingarevni finnast móti.

Hann legði aftrat, at hvønn dag doyggja tíggjutúsundtals onnur av hungri - ikki tí heiminum vantar føði, men tí tey vórðu fødd í skeivum heimspørtum, og foreldur teirra búðu ella búgva í ”skeivum londum”.

- Alheimssamfelagið tykist ikki vera fyri øll, javnsetir og javnmetir ikki øll, virðir ikki øll, heldur ikki í sjúku, ella tá deyðin bankar á dyrnar, segði Jenis.

Hann vísti eisini á, at so leingi, sum tosið um alheimsgerð í mesta mun snýr seg um at bøta um møguleikar teirra ríku at ríka seg sjálvan – uttan atlit fyri teimum tjóðum og fólkum, sum rópa um samstarv fyri yvirhøvur at yvirliva og náa einum nøkulunda virðiligum livistøði – er talan í besta føri um dupultmoral.

- Fakta er, at 1) miðallivialdurin í nøkrum av heimsins londum er 33-34 ár, 2) at tríggjar miljónir menniskju doyggja av malaria um árið, harav meira enn ein miljón eru børn undir fimm ár, 3) at árliga doyggja 5 miljónir børn undir fimm ár av hungri og 4) at hvørt ár doyggja meira enn 2 miljónir av tuberklum.

Formaður Miðfloksins og læknin segði eisini, at júst í hesum døgum herja meslingafarsóttir og krevja dagliga mannalív.

- Var vilji í alheimssamfelagnum, var meginparturin av hesum sjúkum eins og hungursdeyðin fyri langari tíð síðani farin í søguna, segði Jenis av Rana, løgtingsmaður.