Í skrivi til øll feløgini mælir Flogbóltssambandið nú frá, at spælarar, venjarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum í sambandi við dystir, sum annars hevur verið vanligt. Hetta, fyri at minkast skal um vandan fyri svínakrími millum flogbóltsfólkini.
– Hetta verður steðgað beinanveg og verður ikki tikið upp aftur, fyrr enn onnur boð verða givin, sigur nevndin í Flogbóltssambandinum, ið heitir á øll umboðsfólk um at kunna bæði spælarar, venjarar, dómarar og øll onnur um hetta stigið.
At mælt verður frá, at tikið verður í hondina á hvørjumøðrum, merkir tó ikki, at tað ikki er loyvt at heilsa, men Flogbóltssambandið mælir til, at í staðin verður eitt nú »nikkað, vinkað ella tosað«.
hil