Kanadisku heilsumyndugleikarnir hava staðfest fleiri nýggjar tilburðir av svínakrími har norðuri í landinum Myndugleikarnir í norðara parti av Kanada hava staðfest 30 nýggjar tilburðir av svínakrími, og sostatt eru 234 tilburðir nú skrásettir í økinum, skrivar CBS News.
Sagt verður, at 21 av teimum smittaðu hava fingið viðgerð á sjúkrahúsi, og at 15 teirra eru sloppin heimaftur. Myndugleikarnir hava mælt frá, at skúlar, dagstovnar ella verksmiðjur lata aftur, men at fólk, sum halda seg hava fingið sjúkuna, skulu venda sær til lækna at biðja um ráð.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at í øllum landinum hava teir staðfest næstan 6.500 tilburðir av svínakrími, og at 15 fólk eru deyð av sjúkuni. 400 hava fingið viðgerð á sjúkrahúsi.