Svínarí skal revsast nógv harðari

- Hetta er svínarí og má steðgast, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu-og umhvørvisnevndini í býráðnum í Havn. Hon heldur, at einasti máti at steðga afturvendandi oljudálkingini á Havnarvág, er at revsa syndararnar nógv harðari, enn teir verða nú

- Hetta er svínarí.

Tað var fyrsta reaktiónin hjá Elin Lindenskov, tá ið hon fekk at vita, at nú er Havnarvág enn einaferð dálkað av olju.

Tvær ferðir seinastu vikuna er olja farin á sjógv. Fyrru ferðina var týsdagin, tá ið nakrir hundrað litrar av gassolju fóru á sjógv og aðru ferðina var leygardagin, tá ið Smyril læt olju fara á sjógv.

Elin Lindenskov heldur, at nú má hetta fáa ein enda við øllum hesum tilburðunum, har olja fer eftir ferð endar á sjónum inni á Havnarvág.

Hon vísir samstundis á, at býráðið hevur fleiri ferðir meldað fólk, sum hava elvt til oljudálking á Havnarvág, men hon harmast um, at tað er ógvuliga sjáldan at nakar verður revsaður og tá í hamarin fellur, eru revsingarnar so linar, at tær gera ikki mun.

- Støðan er á ongan hátt nøktandi, leggur hon afturat.

Tí heldur hon, at tað einasta, sum hjálpir, er at herða revsingarnar munandi og tað hevur býráðið eisini roynt at virkað fyri og hevur verið í sambandi við landsstýrið í hesum sambandi.

- Tað, vit hava fingið at vita frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í innlendismálum, sum hevur ábyrgdina av økinum, er, at ein kunngerð um oljubunkring er á veg.

-Vit hava eisini heitt á landsstýrismannin um at broyta lógina, so at tað verður eitt krav, at allir smærri bátar hava kjølsvín, sum sýgur olju í seg, fyri at avmarka dálking, tá ið báturin verður pumpaður o.s.fr.

Men Elin Lindenskov heldur, at tað er alneyðugt at fáa hesi viðurskifti rættlag beinanvegin, tí hetta kann ikki halda fram.


Sleptu 10.000 litrum á sjógv

Nú bíðar Elin Lindenskov í spenningi eftir, hvat hendir við teirri seinastu, stóru oljudálkingin.

Tað var seinast í august, tá ið 10.000 litrar av olju vóru sleptir á sjógv á Havnarvág.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók royndir av oljuni, sum var farin á sjógv og Elin Lindenskov sigur, at royndin hevur staðfest, at øll oljan stavaði frá sama skipið og úrslitið hevur eisini staðfest, hvørjum skipið, oljan stavaði frá.

Hon sigur, at skipið er meldað fyri dálkingina og nú bíðar hon spent eftir, hvat úrslitið verður: Les eisini greinina: Skal svíða illa í pengapunginum og greinina: Strangari reglar á veg fyri oljudálking.