Svínoy skjótt í Klaksvík

Borgarfundur verður í Svínoy í kvøld, har evnið er samanlegging við Klaksvík. Ein komandi samanlegging fær væntandi gildi 1. januar 2009. Tá skal eitt felags valt býráð hava ábyrgdina og umsitingina av sameindu kommununi, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu.

Svínoyar kommunustýri og Klaksvíkar býráð hava samstundis tikið avgerð um, at kommunurnar frá undirskrivingardegnum at rokna fara undir eitt tætt og miðvíst samstarv.

Klaksvik.fo skrivar, at endamálið við hesum samstarvi er at fyrireika sjálva samanleggingina og at skipa soleiðis fyri, at borgarar í báðum kommunm longu frá undirskrivingardegnum skulu gerast tilvitaðir um, at kommunurnar leggja saman eftir verandi valskeið.