Svøvnur møguliga orsøk til bilóhapp

Sunnukvøldið fór ein bilur útav við Høgareynið millum Vestmanna og Kvívík. Løgreglan metir, at svøvnur møguliga er orsøkin til óhappið

Sunnukvøldið klokkan 18.30 fekk politistøðin í Havn boð frá Alarmsentralinum um, at ein bilur var farin útav millum Vestmanna og Kvívík.
Ein kona, sum var á veg úr Havn til Vestmanna, koyrdi bilin. Hon hevði koyrt av vegnum, bilurin var farin runt og konan varð slongd runt í bilinum. Konan fekk skaða í annað beinið og fótin. Politiið mátti fáa hjálp frá brandmonnunum í Vestmanna fyri at fáa konuna leysa, tí beinið lá kleimt millum hurðina og ein stólpa. Síðani var hon flutt við sjúkrabili til Havnar.
Politiið heldur, at orsøkin til óhappið kann møguliga vera, at konan er sovnað. Hon hevur helst heldur ikki sitið í trygdarbeltið, tí so høvdu skaðarnir verið minni, verður mett av politinum.