Svar til Føroya Arbeiðarafelag

Lág løn og lítil pensión eru treytirnar hjá fólki, sum mugu liva av teimum úrslitum, ið Ingeborg Vinther hevur nátt sum formaður í FA. Tí ber ikki til at lúgva seg frá.

Ein mánað eftir at ein oddagrein um arbeiðsmarknaðarviðurskifti hevur staðið í Fregnum, kemur stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag í dag við einum svari.
Innihaldið í svarinum er (og tað er neyvan av tilvild!) neyvt tað sama sum í einum lesarabrævi hjá Kristiani Magnussen um sama mál. Í báðum brøvum eru somu feilir, somu lygnir og sama roynd at reingja veruleikan.
Fyri tað fyrsta sigur leiðslan í FA, at odda-greinin í Fregnum var ein niðurgerðing av vanliga føroyska løntakaranum. Tað var hon ikki á nakran hátt. Talan var hinvegin um hvassa atfinning at leiðsluni í FA. Atfinningin varð grundað á tann veruleika, at leiðslan í hesum felag farnu 20 árini ongi verulig úrslit hevur at vísa á. Lág løn og lítil pensión eru treytirnar hjá fólki, sum mugu liva av teimum úr-slitum, sum Ingeborg Vinther hevur nátt eftir 20 ár í leiðsluni fyri FA.
Ingeborg og hennara svornu fólk hava ofrað ørandi upphæddir upp á verkføll farnu nógvu árini. Harvið hava tey minkað munandi um ta kakuna, sum allir landsins borgarar hava at býta. Hevði úrslitið verið góð løn og góð rættindi til limirnar, hevði borið til at vart tað. Men tað er tvørturímóti. Tey, sum hava mist mest - nógv mest - av øllum verkføll-unum, eru júst limirnir í FA.
Pengarnir hjá verkafólk-inum, sum Ingeborg & Co hava oyðslað upp í drúgvum verkføllum, eru aldrin vunnir aftur. Limirnir í FA eru snøggliga endaðir í samfelagsins 4. deild.
Tað var hetta, eg vísti á í oddagreinini. Og tað standi eg við, tí tað er ein óvik-andi veruleiki. Tað er ikki atfinning at landsins verka-fólki. Tað er atfinning at Ingeborg Vinther og henn-ara framferðarhátti.
Verkfalsrættur
Stjórnin í FA sigur seg eisini muga "staðfesta, at Fregnir beinleiðis mælir til, at Løgtingið tekur frá okkum fakfeløgum rættin til at lýsa verkfall".
Hetta er eisini lodrøtt lygn.
Í oddagreinini varð mælt til, at arbeiðsrættur verður settur á stovn, og at tað verður gjørt ólógligt at lýsa verkfall uttan so, at limirnir í fakfeløgunum eru slopnir at siga sína hugsan um tað fyrst. Er meirilutin ímóti, skal einki verkfall vera. Við øðrum orðum: Ingeborg & Co. skulu missa rættin at lýsa verkfall, tá ið tað er ímóti viljanum hjá landsins verkafólki.
Tað hevði ikki verið at avtikið verkfallsrættin. Tað hevði verið at tikið verkfallsrættin úr hondunum á Ingebrog & Co., og latið hann upp í hendurnar á limunum í t.d. FA.
Tá ið hugsað verður um, hvussu nógv landsins arbeiðarar hava bløtt undir teimum mongu verkføll-unum farnu árini, er tað ikki meira enn nátúrligt, at teir fáa beinleiðis ávirkan á, um verkfall skal verða lýst ella ikki.
Verkfalsrættur skal eftir mínum tykki vera rætturin hjá arbeiðsfólki at velja at fara í verkfall. Tað skal ikki vera rætturin hjá ábyrgdarleysum fakfelagsleiðslum at tvinga fólk út í verkfall ímóti teirra vilja.
Politisk manipulering
Stjórnin í FA lýgur sostatt, tá ið hon sigur, at Fregnir hava niðurgjørt verkafólk og mælt til at taka verkfalsrættin av.
Tað skilji eg sum so væl, tí hesi fólk ræðast sítt egna verk. Tey ræðast sannleikan um tey verkføll, tey hava lýst farnu mongu árini. Tey ræðast tann veruleika, at tey miðvíst hava grivið støðið undan sínum egnu limum.
Men tá ið tey síðani fremja ein fúlan partapolit-iskan leik, avdúka tey seg meira, enn gott er.
Tey royna nevniliga at gera Tjóðveldisflokkin til upphavsmann til tær lygnir, tey føra fram. Tað eru ikki bara Fregnir, sum niðurgera verkafólk og vilja skerja teirra rættindi - nei, tað er sanniliga eisini Tjóðveld-isflokkurin! siga tey.
Eg veit ikki hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin hevur til tað, sum varð umrøtt í oddagreinini. Vóni bara, at hesin flokkur eins og allir aðrir flokkar er sinnaður at rudda upp í okkara avold-aðu skipan á arbeiðs-marknaðinum. Tí skuldi møguleiki verið fyri. Hig-artil eru tað ið hvussu er bara leiðandi javnaðarmenn, sum hava boðað frá, at teir halda anarki og lógloysi vera tann rætta karmin um okkara arbeiðsmarknað.
Hesir javnaðarmenn stuðlaðu undir síðsta verk-falli fakfelagsleiðslunum púra treytaleyst. Og teir royndu at misbrúka síðsta verkfall politiskt við at seta Tjóðveldisflokkin upp sum tann stóra "verkamanna-fíggindan".
Nú roynir leiðslan í FA so við lygnum eisini at gera Tjóðveldisflokkin til "verkamannafígginda". Og brævið hjá leiðsluni minnir, sum sagt, serstakliga nógv um eitt bræv hjá Kristiani Magnussen.
Tað er áhugavert. Tað bendir á ógvuliga tætt samstarv millum kreftir, sum hava eitt og sama mál: at sleppa í Tinganes. Og offrini í hesum leiki er føroyska verkafjøldin.