Svar til lesarabræv frá Eiko Apol um ferðatrygging

...

Í Sosialinum 29.1.98 biður Eiko Apol um nakrar nágreiniligari upplýsingar um ferðatrygging saman við nøkrum viðmerkingum um almenna sjúkratrygging hjá okkum og londunum kring okkum.

Í fleiri londum er sjúkrakassaskipanin avloyst av »Den offentlige Sygesikring« har viðtiknar lógir áseta hvørjar útreiðslur verða goldnar. Í Norðurlondunum er Danmark einasta landið, har tað er álagt øllum landsins borgarum at rinda fyri tey, sum á frítíðarferð í Evropa og fáa brúk fyri sjúkraviðgerð, sjúkrahúsuppihaldi ella skulu flytast heimaftur. Fyri fáum árum var skipanin galdandi fyri frítíðraferðir upp í 60 dagar, men seinni stytt til 30 dagar. Á hvørjum ári er spurningurin frammi um at taka skipanina av.

Føroyar eru sostatt í somu støðu sum hini Norðurlondini, á ferðum suðuri í Evropa nevnilig: Tey ferðandi mugu antin sjálv rinda sjúkraviðgerð og heimflutningsútreiðslur ella býta útreiðslurnar sínámillum gjøgnum tryggingarfelag. So gott sum øll velja ferðatryggingina, tí tey vita, at tá illa veit við, er talan um einstakar rokningar millum kr. 50.000,- og 200.000,- í evropeiskum øki.

Hvussu stór endurgjøldini vóru í 1995 frá donsku tryggingarfeløgunum til teirra viðskiftafólk, er okkum ókunnugt.

Ferðatryggingartreytir og prísir verða regluliga endurskoðað bæði her og aðrastaðni. Síðani stóru broytingarnar hjá okkum í 1994/ 95 eru prísirnir t.d. fyri ferðir til Onglands og Allan Heimin lækkaðir og tryggingarhæddirnar fyri viðføri á Trygg Bilferð tryggingini eru hækkaðar uttan meirkostnað.

Vit vita, at um ársskiftið eru stórar broytingar gjørdar í donsku ferðatryggingunum. Teir hava millum annað strikað lágprístryggingarnar nevndar »budget« tí fleiri av tryggingarupphjæddunum vóru ov smáar til at gjalda allan skaðan hjá viðskiftafólkunum.

Hesum vistu vit av í 1994 /95, og valdu tí ikki at taka lágprístryggingarnar við í okkara úrval. Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt, tá prísirnir her eru lægri enn »plus« tryggingarnar í Danmark, tá sama vøra við somu skyldum verður samanborin.


Dygd kostar

Spurt verður um vit sum einasta ferðatryggingarfelag her á landi lata eina rímiliga tænastu á hesum øki. Av tí at tað neyvan er rætt av okkum at svara hesum spurningi, verður í staðin upplýst: Vit hava sett okkum sum mál, at føroysku ferðatryggingar altíð skulu umfata alt tað feløgini kring okkum bjóða teirra viðskiftafólkum. Umframt skulu tryggingar leggja upp fyri serliga tørvinum ferðandi úr Føroyum til eina og hvørja tíð hava.

Her kundu vit nevnt alt tað, sum starvsfólkini á ferðamannastovunum á hvørjum ári fáa gjøgnumgingið á okkara skeiðum. Óivað fer hetta at fylla ov nógv her, og loyva vit okkum at vísa til ferðafaldararnar, sum nágreiniliga vísa á munirnar til frama fyri ferðandi úr Føroyum. Víst verður eisini til starvsfólkini á ferðamannastovunum og okkara egnu avgreiðslum.

Nú so nógv er skrivað um rættindi og skyldur á ferðum, fara vit at gera vart við/ minna á, at vit kunnu koam verri fyri á ferð Í Danmark enn hinum Norðurlondunum. Í Danmark hava vit á ferð bert rætt til bráðfeingis læknahjálp og innlegging á sjúkrahús. Verður tað dýrari enn vanliga ferðaseðilin at flyta okkum heim aftur, mugu vit sjálvi rinda eykakostnaðin, um eingin ferðatrygging er at rinda.

Vinarliga,


Tryggingarsambandið

Føroyar

Kjartan Dalsgaard,

marknaðarleiðari