Svárasta løta í lívinum

Maggie Gschnitzer, ein av Sea Shepherdstuðlunum, ið var handtikin á Sandi 30. august, greiðir frá, hvussu hon upplivdi grindadrápið.

Maggie Gschnitzer greiðir í kykmyndini frá, hvussu Sea Shepherdumboðini á Sandoynni royndu at forða grindadrápinum á Sandi 30. august.

 

Hon greiðir frá, hvussu tey runnu oman í sjóvarmálan og bukaðu á stálrør, so at hvalirnir skuldu venda. Tað eydnaðist teimum tvær ella tríggjar ferðir, sigur hon, men hvørja ferð kláraðu grindabátarnir at forða grindini at sleppa til havs, so hon hevði einki val, annað enn at gera landgongd.

 

- Eg havi aldrin sæð nakað so ræðuligt fyrr í lívinum, sigur hon um løtuna, tá hon fyri fyrstu ferð sá ein hval verða skornan á háls. Tárini renna niður eftir kjálkunum, meðan hon greiðir frá, at tey gjørdu tað tey kundu at bjarga hvalunum, men til fánýtis.

 

- Teir komandi tríggjar ella fýra dagarnar svav eg als ikki. Hvørja ferð, eg lat eyguni aftur, sá eg hesa sjónina fyri mær.

 

Sum væntað metir hon sjálv, at Operation Grindstop hevur verið væleydnað. Føroyingar plaga at drepa yvir 1000 grindahvalir árliga, men í ár eru einans 33 hvalir dripnir, sigur hon.

 

At enda kemur hon við eini ávaring.

- Allur heimurin kennir nú til søguna. Allur heimurin hevur eyguni við grindadrápinum. Nú fer allur heimurin at vakna.

 

Maggie Gschnitzer varð í Føroya rætti dømd 1000 krónur í bót og fekk seinni innferðarforboð í Føroyar í eitt ár.