Svarið er rætt

Runavíkar Skúli skipaði mánamorgunin fyri samkomu í samband við, at næmingar úr skúlanum vunnu spurnarkappingina millum framhaldsskúlarnar í landinum

 

Spurnarkapping

Runavík: Tað flaggar uttan fyri skúlan í Runavík. Nógvir bilar standa á parkeringsplássinum, og væl av fólki er á gongd. Tey koma at heiðra tey, sum vunnu spurnarkappingina, sum verið hevur í Útvarpinum millum framhaldsdeildirnaar hjá føroysku skúlunum.

Væl av fólki var komið saman í skúlanum., Foreldur, næmingar, lærarar, býráðslimir og eisini onkur løgtingsmaður, legði leiðina framvið at ynskja tillukku.

Borð var sett upp fram við vegginum við rundstykkjuum, kaffi og onkrum øðrum leskandi, sum fók fingu sær av.

Tey vistu væl, næmingarnir úr Runavíkar skúla. Vunnu kappingina annað árið á rað. Og tvey teirra vóru eisini við á liðnum, sum vann í fjør.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, Runavíkar Skúli vinnur slíka kapping, greiðir skúlaleiðarin, Ingvard Lamhauge, frá. Í sekstiárunum var eisini slík kapping, og tá vann Runavíkar Skúli eisini tvær ferðir.

Samkoman í skúlanum mánamorgunin byrjaði við, at borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, beyð vælkomin. Hann lat síðan orðið til landsstýrismannin við mentamálum, Torbjørn Jacobsen.

Men hann var so svangur, segði hann, at hann vildi hava kaffi og rundstykkir, áðrenn hann fór at tala.

Tá tað var fingið niðurum, helt Torbjørn eina av sínum eyðkendu røðum. Hann tók ríviliga til, og rósti næmingum og lærarum fyri eina góða og spennandi kapping.

Hann helt seg hava lagt merki til, at eitt evni, tey vóru eit sindur lakari í enn øðrum, var tað bókmentaliga. Tí hevði hann keypt teimum eina góða bók í part, sum han handaði sum gávu frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Eisini Hans Petur Ellingsgaard, formaður í Mentanarnevnd Runavíkar Býráðs, helt røðu og takkaði teimum tirmum unglingunum, sum so virðiliga høvdu umboðað kommununa. Eisini hann handaði teimum gávur, eins og hann gav lærarunum, sum fylgt teimum hava alla kappingina, nøkur góð orð og eina gávu í part.

Tí, sum hann segði, er einki lið, sum klárar seg uttan góðan venjara.

At enda helt skúlaleiðarin í Runavíkar skúla, Ingvard Lamhauge, røðu vegna skúlan, har hann millum annað las upp heilsu, sum komin var frá Studentaskúlanum og HF Skeiðnum á Kambsdali, har tey ynsku tillukku. Eisini handaði skúlaleiðarin næmingum og lærarum gávur.