Tað var í byrjanini av 1300-talinum, at Svarti Deyði tók seg upp og við miklari ferð herjaði stóran part av Evropa tey næstu nógvu árini. Í 1450 var fólkatalið í Evropa minkað við einum triðingi ella einari helvt í mun til talið í 1347.
Men, henda smitta er ikki burtur. Hon ger framvegis um seg og hevur nú rakt frítíðaroynna, Madagaskar, har í minsta lagi 94 fólk eru deyð av sjúkuni.
Tað skrivar avstralska news.com, og greinin er endurgivin í øðrum útlendskum miðlum.
Avleiðingin av smittuvandanum er, at ein røð av londum hava sent út ávaringar í samband við ferðing til frítíðaroynna, har myndugleikar og fólk innan heilsuverkið berjast fyri at halda smittuni niðri av ótta fyri, at herviliga sjúkan breiðir seg.
Stjórnirnar í Sameindu Arabisku Emiratunum, Stórabretland, Portugál og Avstralia hava sent út ferðavegleiðingar um Madagaskar, og Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at arbeitt verður við at steðga smittuni, sum síðan august hevur rakt 1150 fólk.
Fyribils er smittan avmarkað til Madagaskar, sum liggur út fyri afrikansku landsynningsstrondini, men sagt verður, at útbrotið hesaferð er ógvusligari og meira órógvandi enn áður. Haraftrat hevur smittan rakt býirnar harðari enn økini uttan fyri býirnar.
Størstu býirnir á Madagskar, Antananarivo og Toamasina, eru eisini raktir av deyðiligu smittuni, og heilsumyndugleikarnir siga, at smittan breiðir seg við miklari ferð.
- Vanliga eru tað fólk, sum búgva í fátøkum økjum, sum verða rakt, men hesaferð hevur smittan rakt bæði rík og fátæk, sigur stjórin fyri heilsustýrið á Madagaskar, Manitra Rakotoarivony.
Fleiri enn 70 prosent av tilburðunum eru lungnapest, sum eitt nú smittar við hosta og spýtti. Smittan er í flestu førum deyðilig, um sjúklingurin ikki verður viðgjørdur. Í onkrum einstøkum føri kann smittan elva til deyða eftir bert 24 tímum.
Hinvegin kann smittan viðgerast við vanligum heilivági, tá hon verður staðfest í góðari tíð.
Altjóða felagsskapir hava sent heilivág og læknalið til oynna, og Reyði Krossur hevur latið upp viðgerðarstøð á Madagaskar. Heimsheilsustovnurin WHO heldur ikki, at vandin fyri útbreiðslu er stórur og heldur ikki, at neyðugt er við ferða-ella handilsavmarkingum.
Madagaskar eru umtókt oyggj millum ferðafólk við sínum vakra landslagi og serstaka djóralívi.
Um sóttina svørtu – ella Svarta Deyða – verður sagt, at hetta er størsta vanlukka, sum vit vita um hevur rakt mannaættina. Hetta var pest, og tey sjúku fingu svartar svullir um kroppin.
Sóttin varð borin við loppum av svørtu rottuni, og tilsamans týndi sjúkan helst helmingin av øllum fólkinum í Asia, Evropa og Afrika.
Hon kyknaði í Norðurindia seint í 13. øld, og smittan varð borin við keypmonnum eftir handilsvegunum í Miðasia.
Svarti Deyði kom til Evropa í 1347 við einum italskum skipi, sum hevði tikið farm í sóttrakta býnum Kaffa innast í Svartahavinum. Úr Italia fór pestin norður ígjøgnum Evropa og kom til Føroya úr Noregi í 1349.