Svartkjaftafundur í dag í Føroyum

Í Fiskimálastýrinum sita í dag embætismenn frá teimum londunum, sum veiða svartkjaft og leita eftir einum nýggjum býtislykli, sum skal steðga ótálmaðu veiðuni eftir svartkjafti.

Talan er bara um embætismenn og Jørgen Niclasen, landsstýrimaður sleppur slett ikki upp í part.

 

Av tí at ongin semja er enn funnin um, hvussu svartkjafturin skal býtast millum londini, er veiðan endað upp á 1.4 milliónir tons fyri í fjør Hetta er tvífalt so nógv sum stovnurin tolir.

 

Fundurin byrjaði í dag og tað hevur ikki verið møguligt at fáa uppspurt um gongd er á. Andras Kristiansen, fiskifrø.ðingur, ið starvast í Fiskimálastýrinum, umboðar Føroyar.

 

Tvídrátturin er serliga millum ES og Noregi. ES slett ikki ganga við til, at Noreg fær so stóran part av samlaðu kvotuni, sum norðmenn ynskja. Norðmenn eru av eini heilt aðrari støðu.

 

Norski fiskimálaráðharrin, Otto Gregussen, segði, tá hann var í Føroyum herfyri, at norðmenn áttu søguligan rætt til svartkjaftin.

 

-Vit hava verið við at veiða svartkjaft frá byrjan og vit kunnu slett ikki ganga við bert at fáa tillutaðan ein lítlan part av samlaðu svartkjaftakvotuni.

 

Føroyski fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen hevur verið stigtakari til svartkjaftafundin. Hann segði við Sosialin her yri.

 

-Skulu londini hava tað tey ynskja, so gevur hetta í vanligari prosentrokning langt omanfyri 100 prosent. Allir mugu slaka, tí vit mugu niður á 100 prosent.

 

Sosialurin skilir, at føroyska kravið til svartkjaftakvotu er rættuliga stórt. Skuldi samlaða kvotankomið niður á 700.000 tons, so er føroyska kravið eitt sindur omanfyri 200.000 tons av hesum.

 

ICES hevur mælt til, at bann verður sett fyri at veiða svartkjaft, til ein semja um býti er fingin í lag millum londini.