Fiskivinna
Seinastu dagarnar hava nøkur føroysk svartkjaftaskip fingið nógvan svartkjaft einar 130-140 fjórðingar beint suður úr Føroyum.
Fagraberg kom á Fuglafjørð síðstu nátt við umleið 3.100 tonsum, og væntandi kemur Carlton við 1500 tonsum í morgin.
Á Havsbrún siga tey, at skipini hava fingið uppí í føroyskum sjógvi eftir fáum døgum.
Umframt Fagraberg, Carlton og Norðborg, eru eisini russar og onkur íslendskur bátur á leiðini.
Í dag landar íslendski báturin Aðalstein Jónsson í Fuglafirði. Hetta er ein verksmiðjubátur, sum er heimahoyrandi á Eskisfjørðinum. Havsbrún keypir umleið 400 tons av veiðini til ídnað og nakað av frystum verður lagt upp til Bergfrost.
Íslendski báturin hevur eisini roynt í føroyskum sjógvi.
Á Havsbrún siga tey, at lastin, sum Carlton væntandi kemur við í morgin, er hin sjeynda, sum verður løgd upp í Fuglafiðri higartil í ár.
Føroyski svartkjaftaflotin er tvíbýttur í løtuni.
Meðan nøkur skip hava havt rokfiskiskap í føroyskum sjógvi, eru onnur skip stødd á leiðunum vestanfyri Írland, har svartkjafturin plagar at taka seg upp í endanum av hesum mánaðinum.
- Fýra skip eru har suðuri í írskum sjógvi, og hesi eru Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter.
Skipini, sum eru í írskum sjógvi, skulu taka støðu til, um tey skulu bíða, til svartkjafturin tekur seg upp á leiðini– ella, um tey skulu leggja leiðina norður í føroyskan sjógv og fáa lut í tí “rendi”, sum hevur tikið seg upp her.
- Eingin ivi er um, at svartkjafturin fer at taka seg upp vestanfyri Írlandi, men hinvegin er ikki vist, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi fer at halda fram, nú svartkjafturin er á veg suður á leiðirnar at gýta. Fiskurin hevur verður norðanfyri og etið seg feitan, og nú er hann á veg suður á gýtingarleiðirnar.
Á Havsbrún siga tey, at talan saktans kann vera um eina torvu, sum skipini hava rent seg í sunnanfyri Føroyar – ein torva, sum knappliga kann vera burtur, áðrenn tú veitst av.
- Svartkjafturin er nú á veg suður á leiðirnar vestanfyri Írland. At skipini gera eitt “rend” í føroyskum sjógvi, áðrenn fiskiskapurin tekur seg upp á gýtingarleiðunum, er ikki óvanligt. Viðhvørt tekur fiskurin seg upp sunnanfyri og viðhvørt eystanfyri í føroyskum sjógvi.
Tá ið svartkjafturin hevur gýtt vestanfyri Írland, tekur hann seg norðuryvir, og tá ið komið er út í apríl mánaða, plagar fiskiskapurin at taka seg upp í føroyskum sjógvi.
Havsbrún tók ímóti fyrstu lastunum úr føroyskum longu 10. januar í fjør, og tá vóru flestu føroysku skipini í okkara sjógvi.
- Seinast í januar mánaða í fjør tóku vit so ímóti teimum fyrstu lastunum av Írlands-leiðunum, siga tey í Fuglafirði.
Eitt skifti í fjør vár var rættiligt prískríggj um svartkjaftin. Henda kapping var serliga millum donsk og norsk virkir, og á Havsbrún í Fuglafirði mistu tey eini 30.000-40.000 tons, tí virkið helt tað ikki vera ráðiligt at vera við í hesum prískríggi.
- Sum tíðin leið, sóu vit, at okkara avgerð var røtt, tí grundarlag var ikki fyri tí prísi, sum norsku og donsku virkini góvu fyri fiskin.
Á Havsbrún siga tey annars, at útlit eru til, at onkur norsk landing verður á Havsbrún, sum tíðin líður.
- Vit hava skilt á norðmonnum, at reiðaríir eru misnøgd við sonevnda nox-avgjaldið, sum myndugleikarnir hava samtykt at leggja á hesa veiði. Hetta er eitt umhvørvisavgjald.
Í Fuglafirði siga tey, at enn er ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan hetta avgjald fær á møguligar landingar í Føroyum.
- Men vit hava skilt, at vit kunnu rokna við onkrum uppringingum um landing, siga tey á Havsbrún.