Svartkjaftur og lodna á Havsbrún

Krúnborg og Tróndur í Gøtu høvdu 2500 tons av lodnu í part undan Íslandi

Fiskivinna

Trý skip hava landað til Havsbrún fyrst í hesi vikuni.
Írski báturin, Western Endowour, sum er úr Dublin, hevði 2300 tons av svartkjafti, sum teir fingu vestanfyri Írland.
Jákup Oluf Joensen á Havsbrún sigur, at írski báturin hevði tvey samdøgur av fiskileið til Føroya.

Lodna úr Íslandi

Týsmorgunin lá Krúnborg og landaði á Havsbrún. Teir høvdu 2500 tons av lodnu undan Íslandi.
Síðstu nátt kom Tróndur í Gøtu, eisini undan Íslandi, og eisini við 2500 tonsum av lodnu.
Jákup Oluf Joensen sigur, at skipini hava fingið lodnuna vestanfyri Vestmannaoyggjarnar, vestur ímóti Grindavíkini.
Hann væntar ikki, at fleiri føroyskar landingar verða hesa vikuna, men kanska leggur onkur útlendskur bátur leiðina hendanvegin.