Svein Rógvi skal venja Stjørnuna

- Tað er ein spennandi avbjóðing, tí eg, umframt at standa á odda fyri besta kvinnuliðnum, skal standa á odda fyri øllum ungdómsdeildinum eisini, sigur Svein Rógvi í stuttari viðmerking til portalin.

 

Svein Rógvi hevur í tveimum førum verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Samanlagt hevur hann verið venjari hjá teimum í trý ár. Hann hevur eisini verið venjari hjá kvinnuliðinum hjá Neistanum og Kyndil. Umframt tað, so hevur Svein Rógvi verið venjari hjá kvinnuliðinum hjá Fredericia og Odense HF og unglingakvinnunum hjá Viborg.

 

- Uppgávan tað fyrsta árið verður at fáa so nógv fólk at koma at venja sum gjørligt, og samstundis tryggja, at tey trívast í felagnum. Í næsta árinum kunnu vit byrja at hyggja eitt sindur meiri eftir úrslitinum, sigur ein spentur Svein Rógvi.

 

36-ára gamli Svein Rógvi skuldi annars verða venjari hjá besta mansliðnum hjá Team Klaksvík, men hann hevur nú átikið sær uppgávuna sum venjari hjá Stjørnuni tvey tey komandi árini.