Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg eru nú bert eitt stig frá at koma í live-showini í donsku X-Factor kappingini.
Føroysku sangararnir í donsku X-Factor kappingini stóðu seg væl í kvøld. Dómararnir eru í holt við at skera talið á luttakarunum niður, áðrenn live-showini byrja um tvær vikurar. Í kvøld skuldu tríggir luttarar í hvørjum av teimum trimum bólkunum sendast heim.
Kristel Lisberg og Sveinur Gaard Olsen komu bæði víðari til seinastu útveljingina áðrenn live-showini. Eisini Jean Michel Helgason, sum hevur føroysk ættarbond, kom eisini víðari í kappingini. Unga Gunnva Jóhannisardóttir Lydersen kom ikki víðari í kappingini.
Um vikuskiftið vitja Kristel Lisberg og Sveinur Gaard Olsen heima í Føroyum. Tey verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn leygarkvøldið kl. 19.00. Tá verður prátað við tær báðar nýggju føroysku X-Factor stjørnurnar, og tey fara eisini at syngja live á Hvonn.